Wildeboer angrar at Friis slapp at dansa

Hálendski landsliðsvenjarin hjá danska svimjisambandinum, Paulus Wildeboer, angrar nú sambært spn.dk, at hann í vár gav Lotte Friis loyvi at luttaka í “Vild med dans”. Hann sigur at støðan er heilt broytt nú eftir at hon gjørdist heimsmeistari, við tað at tað krevur so mikið nógv meira at vera verandi nummar 1, enn at vera ‘bara’ nummar 2 ella 3. Serfrøðíngar úr øðrum ítróttargreinum sammeta tað at luttaka í “Vild med dans” sum at koyra bensin í ein dieselmotor, við tað at venjingin á hesum støði eigur at vera ógvuliga málrættað ímóti tí éina ítróttinum. Hetta heldur Wildeboer ikki bilar so nógv, viðvíkjandi fysiska forminum hjá Friis, men hann er meira bangin fyri tí mentala partinum. Tey bæði hava tí eisini eina avtalu, at hon steðgar við luttøkuni í “Vild med dans”, líka so skjótt sum Wildeboer heldur at hennara svimjing tekur skaða.

2 thoughts on “Wildeboer angrar at Friis slapp at dansa”

Ger viðmerking