Rogan heldur áfram, so at fólk kunnu gloyma Rom

Eysturríkski ryggsvimjarin Markus Rogan varð sum kunnugt avsmurdur á einum náttklubba uttanfyri Rom í summar, sambært duravørðunum tí hann fektaði fullur við einari brotnari fløsku. Sjálvur heldur hann at duravørðarnir blakaðu hann út tí at ein varð illur um at hann dansaði (rímiliga edrúur) við eini ávísari gentu, og at teir so løgdu á hann tá ið hann sníkti seg inn í náttklubban aftur, upp um eina girðing. Líka mikið, nú heldur hann at hann noyðist at halda áfram at svimja, til at endurskapa virðingina um seg sjálvan, hóast hann upprunaliga ætlaði sær at gevast eftir Rom. Hann er tí farin at venja hjá David Salo í USA, saman við millum øðrum Oussama Mellouli, Kosuke Kitajima, Rebecca Soni og Jessica Hardy. Les reachforthewall.com

Ger viðmerking