Tók góðan tíma at vinna SM í 5000m kappsvimjing

Sviar avgreiddu fyrr nevndu 5 km kapping í gjár, har svimjarar kappaðust um at gerast fyrsti svenski meistari í 5000 metra svimjing í 50 metra hyli. Tey siga á www.simma.nu at luttøkan var í so lítil, kanska tí at tað varð lýst so seint við kappingini, men vinnarin varð so Anton Nieminen hjá monnum við tíðini 01:01.01, og Ellen Olsson hjá kvinnum við tíðini 01:02,47.

7 thoughts on “Tók góðan tíma at vinna SM í 5000m kappsvimjing”

  1. Hatta sigur meira enn nokk um vána støði í Svøríki tá ið tað kemur til ein tein longur enn 100m
    01:01,01 í 5Km til eina kapping.. tað er ein vána venjingartíð um tú hevur góðar svimjarar. Kanska teir eiga at loyva útlendingum við so at støði hækkar.

      1. Ja tað sigur kanska eitt sindur um kappingina at tað bert vóru børn sum svumu. Men hetta er hóðast alt ikki gott nokk. Eg fái hug til at royna handan 5km týsdagin til venjing… ja eg skal sjálvandi ikki svimja haha, tað havi eg fólk til 😉 Ein góð venjing til komandi stuðulssvimjing 😉

  2. Okur høvdu stuðulssvimjing í dag. Tá ið Pál kom til 11.000m var tíðin 1 tími, 59 min og 49,6 sek.
    So eg trúgvi at hasin 5000m kann svimjast uppá 51-52 minuttir beint nú, ella gott og væl 750m framman fyri handan svenska Anton. Sviar eiga at hava fleiri sum klára hatta væl betur. Linus J. Mathias C. og Kristoffer W. bara fyri at nevna nakrar.

  3. 9 var nógv tá ið je var ungur. Ikki at eg svam so langt, men tað gjørdu tey bestu í HS. Men tað er langt frá 9 km upp til 11 km. Yvir 20% skjótari :-S

    Flott Pál !

    1. … heilt ófatiliga gott splittað. Puuha, 10.4 sekund fordeild yvir 440 longdir… tað gevur bara einar 2.4 hundraðpartar per 25m longd, áðrenn hann hevði farið uppum 2 tímar !

      (OK OK, eg kenni ikki splitt-tíðirnar, og veit tí heldur ikki um Pál svam tað við javnari ferð, ella upp og niður sum ein annar Mads Glæsner. Men so í øllum førum gott rakt, soleiðis alt í alt 🙂

      1. Alt var planlagt, og hann fekk boð alla tíðina um hvussu hann splittaði. Hann hevði 20sek. mat pausu við 5500m og svam so 30sek skjótari heim enn út. Serliga seinastu 1500m vóru fínir, uml 15:45 seinastu 1500m
        Not bad at all 😉

Ger viðmerking