Swimming World lanserar SwimmingWorld.TV

Heimsins størsta tíðarrit um svimjing hevur í dag sjósett eina nýggja heimasíðu kallað SwimmingWorld.TV, sum sambært teimum sjálvum skal verða “dedicated to multimedia and social-media reporting”. Tey ætla mest sannlíkt at síðan skal verða tann har vit øll savnast um videoir, fotomyndir, bloggur og kjak um svimjing, og fyri líkasum at seta trumf á, so er Garret McCaffrey nú ímyndin av heimasíðuni… ein maður sum herfyri varð uppsagdur frá sínum arbeiði fyri teirri annars (vegna McCaffrey) skjótt vaksandi floswimming.org, tí at hann undir eini videosamrøðu var komin til at vísa eitt sindur frá svimjikapppingini eisini, sum koyrdi í bakgrundini. Floswimming er nú meira ella minni deyð, vegna hesa episodu, og tann máta sum eigararnir av síðuni tacklaðu støðuna.


Ger viðmerking