Niðurlendingar skipa fyri stevnu uttan superdraktir, sum fyrireiking til 2010

Tann 27. – 29. november í ár skipa niðurlendingar fyri Eindhoven Swim Cup, við forboð ímóti ‘superdraktum’. Hendan stevna er fyrsti kjansur hjá niðurlendingum at kvalifisera seg til EM í Budapest í 2010, og tí uttan superdraktir, við tað at EM í 2010 verður uttan superdraktir. Les swimnews.com

2 thoughts on “Niðurlendingar skipa fyri stevnu uttan superdraktir, sum fyrireiking til 2010”

  1. Bara líka fyri at fáa tað upp á pláss, so er ‘tekstil’ sambært Wikipedia klæði gjørd burtur úr náttúrligum ella eftirgjørdum træðrum, sum á einhvønn hátt eru flættaðir saman (við til dømis veving, knýting, binding, tøving ella pressing).

    ‘Superdraktir’ eru ikki ‘tekstil’, fyri tað fyrsta tí at talan ikki er um træðrir, men heldur um stoyptar ella ‘ekstruderaðar’ flatur úr plast ella gummi (‘ekstrudering’ er mátin sum man til dømis ger plastposar, við at blása flótandi plast gjøgnum ein form, so at man fær eina liðiliga flatu úr samanhangandi, tunnum plasti). Og fyri tað næsta, tí at framleiðararnir loyva sær at sveisa ella líma flaturnar saman. Trupulleikin við hesum skal m.a. vera, at draktirnar tá verða heilt lufttættar, í mun til um luftin slapp út ‘millum træðrirnar’.

    Eg eri nokk so spenntur uppá at síggja, um ikki onkur snildur framleiðari fer at kunna gera eina líka lufttætta drakt burtur úr plast-træðrum, sum úr heilum plasti :-p

    1. Rókur skrivar:
      Eg eri nokk so spenntur uppá at síggja, um ikki onkur snildur framleiðari fer at kunna gera eina líka lufttætta drakt burtur úr plast-træðrum, sum úr heilum plasti :-p

      Tað er bara at smyrja kroppin inn við onkrum tjúkkum sum fær træðrirnar at halda seg lufttættar 🙂

Ger viðmerking