Helsingborgs Simsällskap byggir nú sína egnu svimjiarena

Á www.simma.nu kallað tey tað fyri “kanske största enskilda projekt som en svensk simklubb har gett sig på”, nú Helsingborgs Simsällskap fer at umbyggja ta svimjihøll sum tey í 2008 keyptu sær, til nú at verða ein 25 x 25 metra ‘svimjiarena’ við 900 áskoðaraplássum, umframt at tey útbyggja sína gomlu ítróttarhøll til 2200 kvadratmetrar av plássi til styrkirúm, spinning, tvær multihallir, og annað. Ein nýggj ítróttarhøll verður bygt til skúlan og samfelagið har í grannalagnum, eftir øllum at døma alt fyri umleið 87 milliónir svenskar krónur.

Felagið hevur síðani 1992 rikið ítróttarøkið Filborna Sim och Sporthall, og keypti so í 2008 alt økið fyri 25 milliónir svenskar krónur. Harvið gjørdist tað fyrsta svimjifelag í Svøríki sum átti sína egnu svimjihøll. Um eg skilji tað svenska rætt, so gevur Helsingborg Kommuna nú eina garanti uppá 100 milliónir svenskar krónur, so at svimjifelagið kann lána so nógvar pengar, til at um- og útbyggja økið. Tey hava spælt sær við tankan um at gera eina 50 metra høll, men uppgóvu tað tí at raksturin fór at verða ‘astronomiskur’, og tí at tey tá bara fingu 300 áskoðarapláss. Eitt annað áhugavert er, at tey við eini danskari vatnreinsuskipan siga seg fara at hava reinasta baðivatn í Svøríki, samstundis sum skipanin er sera orkusparandi, og tí góð til at halda rakstrarútreiðslurnar niðri.

Fylgið við verkætlanini her á hssim.com. Har eru arkitektatekningar av bygninginum, fotomyndir frá umbyggingini, og møguleiki at seta spurningar. Tey vænta at høllin verður klár at taka í nýtslu um árskiftið 2010-2011, og siga seg onkunsvegna kunna fremja hesar umbyggingar uttan at skula steingja verandi hyl.

Ger viðmerking