Rókur í Jákupsstovu nýggjur næstformaður í Svimjisambandinum

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Á eykaaðalfundi í Svimjisambandinum leygardagin 29. august varð Rókur í Jákupsstovu, av Toftum, valdur til næstformann í Svimjisambandinum. Regluligi aðalfundurin tann 23. mai í ár avgjørdi at eykaaðalfundur skuldi haldast 29. august. Hesin fundur skuldi velja nýggjan næstformann og viðgera eitt uppskot til reglugerð fyri stuðulsavtalur.

Fundurin var hildin í ÍSF-húsinum og vóru 6 av 7 svimjifeløgum umboðaði. Eitt uppskot var til næstformann og varð Rókur í Jákupsstovu sostatt valdur til næstformann við lógvabrestum, í starvsnevndini sita nú: Jon Hestoy, formaður, Rókur í Jákupsstovu, næstformaður, Jórun Eið Johannesen, skrivari, Palli Eysturberg og Andrea Eldevig. Til varalim í starvsnevndini var Sørin Djurhuus úr Gøtu valdur. Eisini varð dómsnevndin afturvald og eru limirnir: Poul Nolsøe, Poul Poulsen og Hanna Jøkladal afturvald.

Uppskot um reglugerð til stuðulssavtalurn varð lagt fyri fundin og dúgliga varð kjakast um hvussu henda reglugerð skal skipast, fundurin samdust um at starvsnevndin arbeiðir víðari við hesum uppskoti.

At enda var kunnað um avbjóðingar, ið liggja fyri framman. Í ætlanunum hjá Svimjisambandinum fyri heystið liggja venjingarlegur, bæði fyri NUM/NJM liðið og landsliðið. Landsdystur Føroyar-Ísland, luttøka í World-cup kappingum í Moskva, Stockholm og Berlin, Norðurlendskt Juniormeistaraskap í Bergen og Evropeikst Meistarakapping í stuttum hyli í Istanbul.

Eisini varð kunnað um nýggja kalendarskipan, ið nú er virkin hjá Svimjisambandinum, eins og nýggj fráboðanarskipan fyri metum.

Heilsan
Jon Hestoy

2 viðmerkingar til “Rókur í Jákupsstovu nýggjur næstformaður í Svimjisambandinum”

  1. Vónandi kann eg liva upp til ein so fínan tittul, sum “Vice President of the Faroese Swimming Association”

    Gangi út í frá at tað merkir, at eg skal gera meira av tí sum eg longu geri, men nú við størri ábyrgd. Tað skuldi gingið, so leingi sum eitt sindur av tíð er til yvirs til svimjivenjaragerningin og svimjing.com 🙂

    1. Hugaligt at tú meinar at tú klárar at gera meira Rókur, fulla respekt fyri tí. Eg haldi sjálvur at tú longu ger eina rúgvu. Tillukku Mr. Vice President :o)

Ger viðmerking