FLOT royndarkoyrir “venjaravenjing”

Komandi týskvøld klokkan 20 royndarkoyra vit fyri fyrstu ferð eitt nýtt slag av venjing á Toftum, sum vit hava valt at kalla fyri “venjaravenjing”. Hetta er eitt tilboð til serliga venjararnar hjá FLOT, at sleppa í hylin eina ferð um vikuna at svimja nakrar metrar, fyri síðan í felag at royna okkurt svimjitekniskt uppá sín egna kropp. Tú kanst kalla tað eitt slag av masterssvimjing, blandað upp við regluligum repetitiónum av tí sum man lærir til dømis á merkjaskipanar-skeiðunum, og við royndarkoyring av øllum tí nýggja sum kemur fram innan svimjiteknikk.

CIMG2172

Tað verður nokk fyrst og fremst undirritaði Rókur í Jákupsstovu sum skipar fyri hesum umleið 1 tíma langu venjingum, við hollum stuðli frá Rúna Gaardbo, og annars vónandi við nógvum góðum uppskotum og fyrispurningum frá hinum venjarunum. Eg havi okkurt klárt til okkum at byrja við, og fyristilli mær so at tað eftirfylgjandi koma uppskot frá luttakarunum, um hvat vit burdu viðgjørt næstu ferð. Og sjálv viðgerðin verður so meira ping-pong, at eg ella onkur annar byrjar við at greiða frá onkrum evni, eftir at vit hava pøst okkum eitt sindur við nøkrum metrum, og at restin so blandar seg í tann mun sum tey hava nakað upp á hjartað.

Sum sagt, fyrst og fremst til okkara egnu venjarar. Men við tað at vit ikki eru so øgiliga nógvir venjarar í FLOT, so er har kanska pláss fyri onkrum svimjilærara ella venjara úr øðrum felag eisini, um áhugaðin skuldi verið til staðar. Vit byrja nú týsdagin, og venja so í fyrstu atløgu fram til heystferiuna, tá ið hesin tímin møguliga skal brúkast til kvøldskúlan.

Ger viðmerking