2009 er perfekta árið at byrja masterssvimjing

Fleiri føroysk svimjifeløg eru longu komin væl í gongd við venjing til vaksin og eldri fólk, sum til dømis tá ið Havnar Svimjifelag í vetur sjósetti stórsligna motiónsverkætlan. Síðani hevur Svimjisamband Føroya saman við føroysku svimjifeløgunum avtalað at royna at skipa fyri fyrstu føroysku meistarakapping fyri “masters”, at vera í Klaksvík tann 13. og 14. mars 2010. Og um nakar veruliga fær blóð upp á tonnina, so er heimsmeistarastevnan fyri masterssvimjarar ikki longri burturi enn í Göteborg í Svøríki, næsta summar. Ein svimjistevna sum sambært fyriskiparunum er heimsins størsta, við umleið 8000 luttakarum.

Um eg skilji tað rætt, so er einki krav um at ein skal vera úttikin til nakað ávíst landslið, til at kunna luttaka á “XIII FINA World Masters Championship 2010”. Tey hava nevniliga eina fotokapping á heimasíðuni, har tey savna “photos of clubs who will be competing”, og har svimjifeløgini í løtuni eru sovorðið sum “Haslev group, Denmark”. Forrestin eitt nokk so skemtiligt myndasavn, har okkurt lið til dømis er avmyndað bara í hattum. Men allir luttakara skulu tó klára eina ávísa kravtíð í hvørjari svimjigrein, alt eftir hvat kyn og hvønn aldur tey hava, sikkurt fyri at halda luttakaratalið niðri á einum rímiligum støði. Tað eru ikki hopuleysa strævnar tíðir, men tó nóg avmarkandi til at tað verða svimjarar sum fara at luttaka (t.d. er kravtíðin 31 sekund í 50 frí, hjá monnum millum 35 og 40 ár, og 36 sekund hjá kvinnum, vælsagtans í 50 metra hyli). Aldursmarkið er 25 ár og eldri.

So her er altso einki at bíða við, um tit vilja verða klár til fyrstu føroysku meistarastevnu fyri masters, og kanska enntá luttaka fyri Føroyar á heimsmeistarastevnu 🙂

3 thoughts on “2009 er perfekta árið at byrja masterssvimjing”

    1. Evald Rasmussen burdi verið eitt hóskandi boð uppá ein føroyskan havsvimjara, nú hann ferð eftir ferð smyr hinar av, í havsvimjing um føroysku oyggjarnar. Og so høvdu vit líkasum verið umboðaði, øll somul 🙂

Ger viðmerking