Phelps skiftir longu nú til stuttibuksur

SwimNews.com skrivar her, at Michael Phelps ætlar sær at svimja í “the 2010 cut of suit”, á World Cup stevnunum í Berlin og í Stockholmi í november. Venjarin Bob Bowman sigur, at teir ikki fara eftir góðum tíðum, men fyrst og fremst sum fyrireiking til OL í London í 2012. “This year is all about the training”, sum tað eisini stendur á reachforthewall.com. Og so verður spennandi at síggja, hvat ið t.d. Paul Biedermann fer í, um teir báðir skulu møtast aftur í 200 frí.

One thought on “Phelps skiftir longu nú til stuttibuksur”

  1. Eg trúgvi at Biedermann velur at svimja í Burku 😉
    Vesturheimurin má “opna” seg, og gera World Cup til nakað sum muslimarnar vilja taka til sín 😉

Ger viðmerking