Løgtingið vil hava Oyggjaleikir til Føroyar ár 2017

Sjálvstýrisflokkurin legði á løgtingsfundi 11. august fram “Uppskot til samtyktar um Oyggjaleikir í Føroyum í 2017“. Ætlanin er at stovna serstakan oyggjaleikagrunn at fíggja oyggjaleikirnar í 2017, íroknað at “átaka sær at skapa hóskandi karmar fyri ítróttina”, og at “fremja neyðug politisk átøk til tess, at landsins partur í fyrireiking og fígging av oyggjaleikunum ikki liggur eftir”. Uppskotið fekk sambært Kringvarpinum breiða undirtøku, og er tískil beint í Fíggjarnevndina, til víðari viðgerð.

5 thoughts on “Løgtingið vil hava Oyggjaleikir til Føroyar ár 2017”

  1. Eg skjóti upp at okkara nýggja felags 50 metra svimjistadium verður á Skálafjørðinum. Eitt sindur a la Svømmestadion Danmark, við ríkiligt av áskoðaraplássum, og møguleika at býta 50 metra hylin upp í 25 metra kappingarhyl og eyka upphitingarhyl.

  2. Ja eg kann bara siga at hatta ljódar væl í mínum oyrum. Men um eitt Stadion skal byggjast til OYL, so skal tad altso vera í Havn. Ikki tí, eg unni sjálvandi eysturoyingum eitt stadion, men av erfaring veit eg at tad er heilt ótrúliga roti, sum OYL-luttakari, ikki at vera “har øll hini eru” og kanska noydast at sita í bussi hvønn dag. Veit annars ikki hvussu man ætlar at skipa OYL-2017, men best er um alt er savna á sama stad.
    Um vit hyggja burtur frá OYL, so haldi eg at nýggjar hallir eiga at vera bygdar í hesi rød:

    1. Havn/Hoyvík (50 m) Stadion ala Esbjerg

    2. Runavík/eysturoy (25m) Ala høllin í Havn (evt. eitt stadion fyri allar bygdirnar har á leid, møguliga vid 50m hyli)

    3. Sandoy (25m) Ala høllin í Vági (td. vid felagsskúlan)

    4. Vágar (25m) Ala høllin í Vági (td. vid skúlan á Giljanesi)

    Mín listi er bara mín meining, og byggir á hvar eg haldi størsti tørvurin er. Haldi heldur ikki at landi kann bera meir enn ein 50m hyl/stadion. Eg havi hugsa um kostna, infrakervid og fólkatal, og hvar hylar eru frammanundan. Vi hesum skuldi verid møguligt hjá ca 95% av føroya fólkid at komi til ein 25+ m hyl innanfyri 30 minuttir.
    Just for the record: At eg ikki havi sett suduroy á listan er tí at hylurin í vági er til taks hjá SUSVIM mest sum alt samdøgri, og at hovstunnilin gerd at tad er skjótt at koyra úr enda í annan. Men um ein hylur skuldi komi á listan afturat, so skuldi hann verid á Tvøroyri.
    At kreftir í suduroy hava tikid stig til at byggja 50m hyl har er bara at fegnast um, og um/tá tey klára at savna nokk til eina høll er tad ótrúliga flott (og bara úrslitini hjá Pál og teimum er nokk til at tey skula hava sítt heilt eygna stadion). Men eg havi hugt æt, hvar flest fólk fáa gledi av einum 50m hyli, og ikki hvar p.t. sterkastu svimjarar í landinum búgva.

    Hvat halda tit ?

    1. Jamen tað er jú bara at byggja alt hitt her inni eisini.

      Offisielli oyggjaleika-maraton-teinurin er jú her inni, um vit skulu kunna endurnýta metið. So hitt má bara byggjast rundan um hann… tvs. millum Selatrað og Toftir 😉

      Men spøg til side: Eg vóni at politikararnir hesuferð hava gjørt sær greitt, at hetta altso ikki bara kann vera ein gang Visjón 2015, har man setur eina rúgvu av orðum á ein lista, og so væntar at tey sjálvi bryggja eina succés. 2017 er ikki langt burturi, um tú skalt hava eitt veruligt svimjistadium upp at standa. Og svimjingin verður væl høvuðsinnihaldið, um vit skulu hava Oyggjaleikir hendan vegin, við rímiligum garanti fyri góðum ‘show’ og góðum úrsliti.

      (Ella høvuðsskurkurin, um góða støðan nú fer fyri bakka, og vit tí ikki fáa okkara part av teimum 40+ gullheiðursmerkjunum, sum eru í svimjing á Oyggjaleikum)

      1. Um landið vil gera ein hyl, so skal hann vera í Runavík, tí annars kemur hann ikki. Hann skal so absolut ikki vera í Havn um tað er vegna OYL. Tí Havnin aleina klárar ikke at hava allar OYL lutakararnar, not even close. So svimjarar og súklarar og hvat í annars kann vera har, fara til Runavíkar. Men 50m?

        Men eingin ivi hjá mær er um at hann skal vera í Runavík, um ein hugsar um føroyska svimjing í framtíðini.
        OYL’17 skal so ikki aleina avgera hvussu framtíðin skal síggja út. Og har (í Runavík) eru so nógv fólk sum føroysk svimjing ikki fær nakra gleði av, og sum ikki fáa gleði av føroyskari svimjing.

        Eg eri samdur við Arena um at fleiri hyljar høvdu komi væl við, men trúgvi at tað er óhugsandi beint nú, men dreymin skal eingin taka frá okon.

        MEN..
        Susvim hyl alt døgnið ? WHAT? Hvar ?
        Tað okur hava, hava okur arbeitt hart fyri. Tað ber til um vilji er til tað, og ikki bara í Suðuroynni. So tað skal ikki avmarka nakað, alt skal ikki til Havnar bara tí at tað ikki riggar so væl í Havn.

        Ein hylur 50, 25, 16 ella 12m ger einki aleinaður. Tað er prógva. So meira skal til enn sum so, tað skal ein hugsa um fyrst. Hvar ger hann mest mun, hvar er mest brúk fyri menning um okur ikki hugsa egoistiskt?

  3. Sum sagt í mínum fyrsta innleggi “Veit annars ikki hvussu man ætlar at skipa OYL-2017, men best er um alt er savna á sama stad.”
    Og hugsa vit um framtídina vid stórum svimjikappingum í FO, hevdi tad verid stórt spell at lagt hana uttanfyri høvdusstadin. Eg eri 100% einigur í at har er nógv talent sum vit ikki fáa gledina av í núverandi stødu, men um vit hyggja at fólkatalinum og hava OYL 17 í huga, so skal Stadion liggja í midstadarøkinum. Svimjihøllin í Havn er alt ov lítil til 20.000+ fólk. Grundin til at eg setti Runavík á sum nr. 2 var tá eg hugdi at hvar tørvurin er stórstur, tá man ikki hugsar um OYL og adrar stórar kappingar. Tad er nevndi um hallarmøguleikarnar hjá SUSVIM sigi eg tí tad er tad sum hevur verid alment sídan 1900 og grønkál. Um hetta er broytt seinastu 2 árini veit eg ikki, men tad var í hvussu er soleidis ádrenn 2006.
    Meir seinni

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.