Hardy setti eitt heimsmet afturat, í síðstu viku

Orsaka, eg yvirsá at 50 metra splitt-tíðin hjá Jessica Hardy var 29.80, og harvið heimsmet, tá ið hon á U.S. Open herfyri setti heimsmet í 100 bringusvimjing, við tíðini 1:04.45. Hon hevði annars sett heimsmet eisini dagin fyri, í 50 bringu, við tíðini 29.95, sum var fyrsta tíð hjá kvinnu undir 30 sekund, í 50 bringu á langgeil. Harvið vóru í øllum førum 12 heimsmet sett tilsamans, hesar 7 dagarnar eftir HM í Rom. Les SwimmingWorld Magazine

5 thoughts on “Hardy setti eitt heimsmet afturat, í síðstu viku”

  1. Er tað bara eg, ella er svimjiheimurin eitt sindur løgin fyri tíðina? Cameron van der Burgh svimur undir 56 sekund í 100 bringu, sum triðja heimsmet innanfyri 24 tímar. Kanada setur heimsmet í 4×100 blandað bæði hjá monnum og kvinnum. Tvær søgur sum alt annað líka burdu verið ekstraordinerar og uttan fordømi. Og so vísir tað seg, at Jessica Hardy setti heimsmet bæði í 50 og 100 bringu, tá ið hon svam 100, eisini innanfyri eitt døgn eftir at hon gjørdist fyrsta kvinna undir 30 sekund í 50 bringu á langgeil.

    1. Bíða til EM í 25m hyli.

      Og so HM(25m) í 2010 tá í ongar draktir eru.
      Enn er eingin svimjari í heiminum komin undir 57 sek í 100m bringu uttan drakt.
      Ímynda tær um tú er førir fyri tí, hvussu tað man vera at gerast heimsmeistari í 100m bringu í 2010 og bert fáa 890 FINA stig fyri 1. plássi…. YES! Tað verður sera hugnaligt, og eggjandi at vita at tað bert vanta 2 sek. í fyri at náa heimsmetinum… Baaahhh.

  2. Viðmerkingar av SwimmingWorld Magazine

    I bet if instead of Jessica her name was Xiung Li, we would be crying and complaining about “how in the world her record would be valid”

    Advocare tests their stuff before bottling. It was clean. Then they tested it after she tested positive and blamed them. Clean again. Only hers seems to be bad. Maybe someone on her end tainted it themselves for defense? Seriously, how could she possibly have leftovers from that bottle that far after? I highly doubt she had the exact bottles she was taking tested. Seems all too convenient to me and you know what they say, if it sounds like a [cheater] and walks like a [cheater]…

    Everything she does will always have a question mark next to it as far as I’m concerned. We’ve heard the “tainted supplement” excuse from too many athletes too many times to just give her a free pass on this

    Og venjarin fær heldur ikki frið …

    forgive me for being cynical. no other coach in the us has as many banned swimmers as dave salo

      1. Ein kallaður Kicker Vencill varð eisini dopingdømdur, meðan hann vandi hjá Salo:

        http://www.swimnetwork.com/blogs/blog/20080728/gold_medal_mel__a_hardy_window-1057.html

        Nú koyrdi eg hasa viðmerkingina uppí har omanfyri, sum nevnir Salo tí at eg helt at hon var óvanliga grov. So grov, at eg persónliga undrist yvir at SwimmingWorld ikki hevur tikið hana burtur aftur. Salo er ein av mínum favoritt-venjarum, tá ið tað kemur til hugsjónir, við tað at hann trýr (ella í øllum førum trúði) uppá ‘færri men harðari metrar’. Havi faktiskt júst bílagt eina bók hjá honum, um landvenjing. Og tað kunnu vera nógvar aðrar góðar orsøkir, til at svimjarar úr einum ávísum øki eru dopaðir.

        Men ókey, um hann ikki neyðturviliga hevur beinleiðis ábyrgd fyri dopingina, so hevur hann kanska óbeinleiðis ábyrgd, um hansara svimjarar ikki skilja týdningin av at halda seg frá doping.

        FINA hevur eitt yvirlit við dopingsakum liggjandi á sínari heimasíðu, við navni á viðkomandi svimjarum. Eg dugi ikki at finna Hardy, men Mellouli stendur á arkinum fyri 2006, fyri at hava tikið amfetaminir. Annars ‘áhugavert’ at síggja eina rúgvu av kinesarum fáa 2 ár fyri nýtslu av clenbuterol, sum er sama evni sum Hardy tók.

        http://www.fina.org/project/index.php?option=com_content&task=view&id=69&Itemid=128

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.