3 heimsmet sett í Avstralia

Libby Trickett setti á avstralsku stutthyljameistarastevnuni heimsmet í 100 frí við tíðini 51.01, har hennara heimsmet frá 2005 var 51.70. Fyrsta persónliga met hjá henni í fýra ár, og tað eftir ikki at hava svomið alla vikuna síðani Rom. Christian Sprenger strikaði Ed Moses úr metbókunum, við at svimja 2:01.98 í 200 bringu, har heimsmetið hjá Moses frá 2004 var 2:02.92. Og Emily Seebohm strikaði metið hjá Natalie Coughlin í 100 blandað, við at svimja 58.54 har Coughlin í 2002 svam 58.80. Les SwimmingWorld Magazine

3 thoughts on “3 heimsmet sett í Avstralia”

  1. Um tað skal blíva við uppá hendan mátan, so haldi eg at FINA og SSF skulu bjóða eina tíðindatænastu, har tey bjóða útgávuklárar tíðindastubbar til heimasíður sum hesa :-S

    Nú eru tað 15 heimsmet síðani Rom fyri 8 døgum síðani. Og avstraliarar eru ikki meira enn byrjaðir.

  2. Av SwimNews.dk: egentlig kommer latterliggørelsen af rekorder først efter Rom i en periode hvor mange udnytter langbaneformen til at svømme gode tider på kortbane

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.