Van der Burgh undir 56 í 100 bringu

Í gjár betraði suðurafrikanski Cameron van der Burgh um sítt heimsmet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, frá 56.88 til 56.39 sekund, í hálvfinaluni á suðurafrikansku stutthyljameistarastevnuni. Ein betring, sum alt annað líka er imponerandi, tá ið fyrst tú svimur so skjótt. Men í dag svam hann so enn skjótari, í finaluni, og varð fyrsti maður undir 56 sekund, við tíðini 55.99. Umframt at hann mest sannlíkt er einasti svimjari, sum hevur sett trý heimsmet innanfyri 24 tímar. Van der Burgh setti sambært SwimNews.com hesi met í Arena X-Glide superdrakt.

Van der Burgh fer at luttaka á World Cup stevnunum í heyst, har man fær 10.000 dollarar afturfyri hvørt heimsmet sum man klárar at seta, á World Cup stevnu. Hann sigur at hann hervið hevur gjørt tað rættiliga nógv torførari hjá sær at vinna hesar pengar, men at hann ikki kann bara seta barrina ein centimetur hægri hvørja ferð, sum t.d. hæddarleyparar kunnu. Hann noyðist at geva alt, hvørja ferð hann svimur, og so verður tað bara so skjótt sum tað nú einaferð verður, alt eftir hvussu formurin er. Og hann er altso góður nú.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.