Kanada M/K sett heimsmet í 4×100 blandað

Kanadisku Katy Murdoch, Annamay Pierse, Audrey Lacroix og Victoria Poon svumu í dag 4×100 blandað í tíðini 3:49.95, á British Short Course Grand Prix, og tóku harvið heimsmetið frá USA, sum var 3:51.36 frá 2008. Kanadisku mennirnir Jake Tapp, Paul Kornfeld, Joe Bartoch og Brent Hayden settu eisini heimsmet í somu grein, við tíðini 3:23.33, har heimsmetið hjá Russlandi frá í fjør var 3:24.29. Harvið eru 11 heimsmet sett, síðani HM seinasta sunnudag. Les SwimmingWorld Magazine

Ger viðmerking