Hvussu verður støðan við draktum, nú fram til 2010?

Craig Lord leggur eftir fyriskiparunum av stutthyljameistaraskapunum í Bretlandi og Avstralia, nú eftir HM í Rom, tí at tey loyva nýtslu av hesum nýggjastu superdraktum, hóast at bara tey sum fóru til Rom hava kunnað fingið sær eina. Draktframleiðararnir siga opinbart beinleiðis, at hetta við ‘availability’ er liðugt, nú eftir Rom, eftir øllum at døma tí at teir eru eitt sindur smáfornermaðir, um at FINA valdi at kolldøma superdraktirnar. So støðan er altso nú, at um tú ikki eigur eina Jaked J01, Arena X-Glide ella líknandi superdrakt, so kann tað gerast eitt sindur torført at skaffa sær eina til í heyst… og harvið, at yvirhøvur vera kappingarførur í heyst. Les swimnews.com

3 thoughts on “Hvussu verður støðan við draktum, nú fram til 2010?”

  1. Okkurt bendur á at Arena X-Glide draktin hjá Shailu sum ongantíð var nýtt til HM, verður pengar verd fram til 1. januar hehe.

    1. Lord ljóðar sum um at ongar draktir fara at verða framleiddar, fram til 2010. Men tað er væl ein spurningur um eftirspurning, ha?

  2. Á SwimmingWorld Magazine

    Cost must be considered so as to be reasonable. Availability to ALL at a swim store nearby, NOT requiring a lengthy internet search etc. and calling that “available to all”.

    All that said, what was saddest about the past year for me as a parent was seeing how unprofessional and ineffective swimming’s governing body was.

Ger viðmerking