4 heimsmet afturat, í Bretlandi og Suðurafrika

Joanne Jackson setti á British Short Course Grand Prix nýtt heimsmet í 400 frí, við tíðini 3:54.92 har heimsmetið hjá Laure Manaudou frá 2006 var 3:56.09. Og á suðurafrikansku stutthyljameistarastevnuni betraði Cameron van der Burgh um síni heimsmet í 50 og 100 bringu, við tíðunum 25.43 í mun til 25.94, og 56.39 í mun til 56.88. Umframt at Roland Schoeman tók heimsmetið frá franska Amaury Leveaux í 50 frí, við at svimja 20.30 har Leveaux í Rijeka í desember svam 20.48. Harvið eru tilsamans 8 heimsmet sett afturat, síðani HM síðsta sunnudag.

Ger viðmerking