Dopingdømda Hardy fyrsta kvinna undir 30 sekund í 50 bringu

Jessica Hardy svam á U.S. Open í gjár nýtt heimsmet í 50 bringu á langgeil, við í tíðini 29.95, har heimsmetið hjá Yuliya Efimova frá HM í Rom var 30.09. Harvið er hon fyrsta kvinna nakrantíð undir 30 sekund í 50 metra bringusvimjing á langgeil, nú umleið eitt ár eftir at hon varð tikin fyri doping við anabolska steroidinum clenbuterol.

Hardy varð testað positiv á amerikansku úttøkustevnuni til OL í Beijing, og eftirfylgjandi dopingdømd í tvey ár, umframt at hon sjálvsagt varð blakað av amerikanska OL landsliðnum. Men hon hevur síðani fingið stytt dómin til eitt ár, av tí at American Arbitration Association trúði uppá at hon skal hava fingið dopingina gjøgnum vanligt kosttilskot, sum onkunsvegna var dálkað við clenbuterol. Altjóða antidopingfelagsskapurin WADA er sambært SwimmingWorld Magazine ikki samt við amerikanar um hesa avgerð, og sakarmál er eisini millum Hardy og framleiðaran AdvoCare, báðar vegir, um hvussu vítt hon kann hava fingið dopingina frá kosttilskotinum.

Kosttilskotið eitur sambært ocregister.com “Arginine Extreme”, og er okkurt slag av drink mix. SwimmingWorld Magazine nevnir eisini hetta tilskotið, umframt okkurt kallað “Nighttime Recovery”, frá sama framleiðara. Og har er altso kríggj millum báðar partar, um hvussu vítt clenbuterol kann hava verið í tilskotinum.

Tit kunnu síggja hvussu hetta tilskot sær út her á advocare.com… meira so tit vita hvat tit skulu stýra uttanum 🙂

One thought on “Dopingdømda Hardy fyrsta kvinna undir 30 sekund í 50 bringu”

  1. Nú hevði verði gott at vita, um hon við at dopa seg, hevur bygt seg upp, soleiðis at hon enn hevur ein fyrimun av tí? Tað er nemt at finna útav hvat clenbuterol ger fyri ein, men eg dugi ikki at finna vísindaligt prógv fyri hvussu leingi ein hevur ein fyrimun av at hava dopa seg. Tann sálarligi (eg var so skjót) er sikkurt har, men hvussu er tað fysiskt?

    Og eg tími ikki at takað støðu til, um hon gjørdi tað við vilja ella eið. Hetta snýr seg meira um tað at USA setur straffin niður til 1 ár, og um tað er ein fyrimunur hjá Hardy til kapping nú í dag ?

Ger viðmerking