Varaforseti hjá FINA doyði í Rom

Ein av varaforsetunum hjá FINA doyði náttina til áttanda og síðsta kappingardag á HM í Rom, meðan hann svav á sínum hotellkamari. Japanski Hironoshin Furuhashi, kendur av FINA familjuni sum "Furu-San", setti í 40-unum fleiri ferðir heimsmet í 1500 frí, og var ein av høvuðsfyriskiparunum av OL í Tokyo í 1964. Les á fina.org.

Viðmerkingar

Heimsmetið hjá Furu-san í 1500 frí

Heimsmetini hjá Furu-san frá 1949 vóru hesi:

  • 400 frí 4:33.3
  • 800 frí 9:33.5
  • 1500 frí 18:19.0

Hann setti í alt 33 heimsmet sum svimjari.

(Kelda: wikipedia.org)