4 heimsmet á áttanda degi av HM í Rom

Bretski Liam Tancock betraði um sítt heimsmet á 24.08 frá hálvfinaluni í 50 rygg, við tíðini 24.04. Russiska Yuliya Efimova setti heimsmet í 50 bringu við tíðini 30.09, har heimsmetið hjá Amanda Reason frá kanadisku meistarastevnuni var 30.23. Týska Britta Steffen vann 50 frí við nýggjum heimsmeti 23.73, har Marleen Veldhuis á hálendsku meistarastevnuni í apríl svam 23.96. Og USA setti nýtt heimsmet í 4×100 blandað stafettini hjá monnum, tá ið teir fýra Aaron Piesol, Eric Shanteau, Michael Phelps og David Walters svumu teinin í tíðini 3:27.28, har metið hjá amerikumonnum frá OL í Beijing var 3:29.34. Týskarar, avstraliumenn, brasiliumenn og fraklendingar svumu eisini undir gamlað heimsmetið, men tó 1½ sekund spakuligari enn USA.

DSC_2687

Harvið vórðu tilsamans 43 heimsmet sett á HM í Rom.

One thought on “4 heimsmet á áttanda degi av HM í Rom”

  1. 43 heimsmet vórðu sett í Rom. Gamla metið var 29 frá 1976 OL í Montreal, tá svimjubrillur vórðu loyvdar OG eysturtýsku svimjarnir dopaðu seg. Bara 1500 metini hjá monnum og kvinnum eru eldri enn tvey ár. Les meira á blogginum hjá A.Abrahamson.

Ger viðmerking