5 heimsmet sjeynda dag á HM

Nú byrjar tað at merkjast, at svimjarar hava kappast í 7 dagar, tí summi heimsmet komu ikki, sum vit annars høvdu væntað, og summar stórar stjørnur fullu eisini til frama fyri nýggj nøvn. Í 50 firvald gjørdist Therese Alshammar til dømis bara nummar 4, hóast hon setti heimsmet í hálvfinaluni, og uttan at nakar annar setti heimsmet í finaluni. Hinvegin vann norska Ingvild Snildal bronsu, sum heilt víst kemur væl við hjá norðmonnum.

DSC_2233

Men har komu tó nøkur heimsmet. Simbabviska Kirsty Coventry svam seg rættiliga trygt til gull og heimsmet í 200 rygg, við tíðini 2:04.81, har hennara egna heimsmet frá OL í Beijing var 2:05.24. Í 100 firvald vann Phelps á Cavic við nýggjum heimsmeti 49.82, fyrsti maður undir 50, har heimsmetið hjá Cavic frá hálvfinaluni var 50.01. Cavic sjálvur svam 49.95, nú í finaluni, men verður ikki fyrsti maður undir 50, við tað at Phelps svam skjótari. Í 50 rygg svam Liam Tancock seg við Anders And teknikki til heimsmet við tíðini 24.08, har heimsmetið hjá Randall Bal var 24.33. Og í 4×100 blandað svumu kinesisku kvinnurnar seg til sítt næsta heimsmet á hesi stevnu, við tíðini 3:52.19, har heimsmetið hjá Avstralia var 3:52.69.

At enda kann nevnast, at danska Lotte Friis gjørdist heimsmeistari í 800 frí, við nýggjum stevnumeti 8.15.92, har heimsmetið er 8:14.10. Tað var ein øgiliga spennandi kapping, har tær javnar leingi, og Friis so togaði eitt sindur frá, men italska Filippi síðani byrjaði at hála inn aftur síðstu 200. Men altso HM gull til Danmarkar, sum vit væl eisini kunnu fegnast um her í Føroyum.

3 thoughts on “5 heimsmet sjeynda dag á HM”

  1. Venjarin hjá Lotte, Paulus Wildeboere, sigur, at Lotte er vorðin sterkari við at fylgja eitt program, har hon rør, rennur, súkklar, ger fimleik og styrkivenur á landi.

    “Hendes generelle fysik har forbedret sig meget. Nu kan hun træne meget og mere komplet, hun kan svømme hurtigere i de vigtige træningspas og restituere hurtigere, så hendes træningsniveau er blevet meget forbedret”.

    Lotte legði upprunaliga lítið í at venja á landi, men nú dámar hon tað væl. Tað sigst at hon hevur fingið mentalt yvirskot av tí eisini. Les meira á eb.dk.

  2. Lotte Friis segði í Aftenshowið á DR í kvøld, at hon venur umleið 30 tímar um vikuna yvir 10 treningspass. Hon segði eisini, at hon visti, at hon fór at vinna gull, tá hon vendi við tær síðstu 50 metrarnar í 800 frí, tí hon hevur fyrr víst betri endaspurt enn tær hon svam í mótir.

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.