Birita 27.93 í 50 frí, Shaila 27.50

13 ára gamla Birita Debes svam í morgun 50 frí á langgeil í tíðini 27.93, har kravtíðin til juniormet á langgeil er umleið 28.48, og á stuttgeil umleið 27.93. Hetta gevur henni eina plasering sum nummar 92 av teimum 169 luttakandi, har hon sambært tilmeldingartíðini var styrkismett til at verða nummar 147.

Eina løtu seinni svam Shaila millum Garðarnar somu grein í tíðini 27.50, har hennara tilmeldingartið og føroyska met er 27.32. Shaila kláraði tí tíverri ikki at seta føroyskt met eisini í fjórðu og seinastu kapping, eftir at hava sett føroyskt met í 100 firvald, 100 frí og 50 firvald, og er tí óivað rættiliga ónøgd um tað. Hennara endaliga plasering varð sum nummar 88 av teimum 169, har hon eftir tilmeldingartíðini lá til at verða nummar 85.

3 thoughts on “Birita 27.93 í 50 frí, Shaila 27.50”

    1. Kom til at skriva at Shaila hevði sett heimsmet, heldur enn føroyskt met. Tað er nokk tí at eg havi skrivað um so nógv heimsmet í seinastuni, at tað líkasum bara liggur í fingrunum 🙂

  1. Skjótasta danska genta árgang 1995 svimur 27.67, tann næstskjótasta 27.68, og tann triðskjótasta 28.10.
    http://www.svoem.dk/billeder/faelles/Ranglister/2009/09-95dam50.htm

    Í 50 rygg hevði hon ‘bara’ blivið nummar 4, har skjótasta svimur 31.48 (og Birita 32.27). Í 100 rygg heldur hon tørn, við tíð millum nummar 3 og 4, har skjótasta svimur 1:07.72 ( og Birita 1:10.30). Men í 200 rygg dragnar hon til nummar 11, við tíðini 2:36.89, har nummar 1 svimur 2:24.79.

    Á well, vit mugu væl bara venja longri og harðari 🙂

Ger viðmerking