6 heimsmet fjórða dag á HM í Rom

Fyrst setti týska Daniela Samulski heimsmet í fyrru hálvfinalu av 50 rygg, við tíðini 27.39 har heimsmetið var 27.61. Síðani svaraði russiska Anastasia Zueva aftur við at seta heimsmet í seinnu hálvfinalu, við tíðini 27.38. Í 200 metra firvalda finaluni sorlaði Michael Phelps metið hjá sær á 1:52.03 sundur og saman, og gjørdist fyrsti maður undir 1:52, við tíðini 1:51.51, bara í Speedo LZR buksum. So betraði lokali favoritturin Federica Pellegrini um sítt heimsmet frá 200 metra frí hálvfinaluni, á 1:53.67, við at svimja seg undir 1:53, í tíðini 1:52.98. Og suðurafrikanski Cameron van der Burgh betraði somuleiðis um sítt heimsmet frá hálvfinaluni í gjár, við at svimja 50 bringu í tíðini 26.67, har hann í gjár svam 26.74. Og at enda knústi kinsiski Lin Zhang heimsmetið hjá Grant Hackett, við at svimja 7:32.12 har Hackett í 2005 svam 7:38.65. Tunesiski Oussama Mellouli var eisini undir heimsmetið hjá Hackett, við 7:35.27.

Ger viðmerking