Pál 8:01.50 í 800 frí

Tað gekk tíverri ikki sum ætlað, nú Pál Joensen svam 800 frí. Hann ætlaði sær undir 7 minuttir og 50 sekund, og fylgdi eisini við fyrstu longdirnar, men dragnaði so eftir einar 3-400 metrar, til at svimja 8:01.50, har besta tíð og norðurlendska metið hjá honum var 7.54.40. Tunesiski Oussama Mellouli svam bestu tíð 7:41.82, amerikanski Ryan Cochrane 7.43.61, og italski Federico Colbertaldo síðani evropeiskt met 7:44.29. Peter Vaanderkay fekk síðstapláss til finaluna, 7:49.71, meðan týski Jan Wolfgarten var beint uttanfyri við 7:50.01. Danski Mads Glæsner bleiv nr 11 við 7:52.18, sum so er nýtt norðurlendskt met, og Pál bleiv so nummar 18, av teimum 52 sum svumu 800 í morgun.

DSC_0760

Splitt-tíðirnar hjá Pál vóru 55.51 - 1:54.78 - 2:55.10 - 3:55.72 - 4:57.17 - 5:59.93 - 7:01.31 - 8:01.50.

Millumtíðirnar vóru 26.60 - 28.71 - 29.57 - 29.70 - 29.87 - 30.45 - 30.04 - 30.58 - 30.44 - 31.00 ­- 30.77 - 31.42 - 30.79 - 31.17 - 30.36 - 29.83