Pál 8:01.50 í 800 frí

Tað gekk tíverri ikki sum ætlað, nú Pál Joensen svam 800 frí. Hann ætlaði sær undir 7 minuttir og 50 sekund, og fylgdi eisini við fyrstu longdirnar, men dragnaði so eftir einar 3-400 metrar, til at svimja 8:01.50, har besta tíð og norðurlendska metið hjá honum var 7.54.40. Tunesiski Oussama Mellouli svam bestu tíð 7:41.82, amerikanski Ryan Cochrane 7.43.61, og italski Federico Colbertaldo síðani evropeiskt met 7:44.29. Peter Vaanderkay fekk síðstapláss til finaluna, 7:49.71, meðan týski Jan Wolfgarten var beint uttanfyri við 7:50.01. Danski Mads Glæsner bleiv nr 11 við 7:52.18, sum so er nýtt norðurlendskt met, og Pál bleiv so nummar 18, av teimum 52 sum svumu 800 í morgun.

DSC_0760

Splitt-tíðirnar hjá Pál vóru 55.51 – 1:54.78 – 2:55.10 – 3:55.72 – 4:57.17 – 5:59.93 – 7:01.31 – 8:01.50.

Millumtíðirnar vóru 26.60 – 28.71 – 29.57 – 29.70 – 29.87 – 30.45 – 30.04 – 30.58 – 30.44 – 31.00 ­- 30.77 – 31.42 – 30.79 – 31.17 – 30.36 – 29.83

Ger viðmerking