Birita 1:10.30 í 100 rygg

Birita Debes setti føroyskt juniormet og betraði seg yvir 3 sekund í 100 rygg, nú hon svam teinin í tíðini 1:10.30, á heimsmeistarastevnuni í Rom. Fyri meg sum venjara sá tað út sum um at hon ikki gav seg fult út, kanska vegna nervar og ósikkurheit um at svimja á langgeil. Men produsarin hjá italska sjónvarpinum helt tó so mikið um hennara undirvatnsfasu, at vit fingu nakrar fantastiskar sjónvarpsmyndir her á skíggjanum. Føroyska metið eigur Elspa Mørkøre, á 1:06.75, sum hon svam á EJM í Antwerpen, og Birita eigur so juniormetið á 1:13.76, frá Reykjavík International í januar. Birita hevur fyrst aldur til EJM næsta ár, og kann tá luttaka í tvey ár, áðrenn hon er ov gomul til juniorsvimjing.

DSC_0496

2 thoughts on “Birita 1:10.30 í 100 rygg”

  1. Birita varð skjótast av øllum HM svimjarum árgang 1995 ella yngri, nummar 6 av teimum árgang 1994 ella yngri, og nummar 18 av øllum juniorum, íroknað árgang 1993. Men OK – hetta er ein senior-HM-kapping, og nógvir góðir juniorar og árgangssvimjarar eru tí ikki við.

  2. Rúni vísir á, at kravtíðin til at seta juniormet er 1:09.67, og at Birita tískil ikki setti juniormet. Hetta er eitt sindur fløkjasligt, at Elspa setti føroyskt met men ikki juniormet á EJM í Antwerpen í 2007, hóast hon var junior og svam á juniormeistarastevnu. Hetta tí at vit ikki skrásettu juniormet, tá, men heldur brúktu hinar gomlu bólkarnar frá 1 til 5, umframt ‘opin’. Og at Birita nú ikki kann seta juniormet, av tí at hon ikki svimur nóg skjótt til tess, líka mikið um eingin annar eigur metið.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.