Pál 3:48.93 í 400 frí

Pál Joensen hevur júst svomið 400 frí í tíðini 3:48.93. Tað er ikki besta tíð hjá honum, og Bjarnason og hann eru tí mest sannlíkt ikki serliga nøgdir. Hinvegin, so skuldi tað ikki meira enn 3:45.68 til at koma í finaluna, so tað kann tykjast sum um at hesin hylurin kanska er eitt sindur spakuligari enn væntu. Vit hildu í øllum førum at tað fór at krevja eina tíð um 3:43, at verða millum 8 teir skjótastu, sum sleppa í finalu. Pál varð samanlagt nummar 22, sum er sama styrkismeting sum tá ið vit hugdu at tilmeldingartíðunum.

4 thoughts on “Pál 3:48.93 í 400 frí”

  1. 2008 OL vinnarin Park Tae Hwan í 400 frí skuffaði við bara at svimja 12. bestu tíð í morgun. Tíðin hjá Park var 3:46.64. Park hevði annars besta tilmeldingartíð (3:41.86). Suðurkoreanarin segði, at hann hevur ikki haft nóg nógva hvíld aftaná Beijing og hevur verið undir stórum trýsti. Tó roynir hann at síggja ljóst uppá støðuna og sigur, at hetta kann koma honum til gagn í framtíðini. (Kelda: Universalsports.com).

  2. Paul Biedermann hevði skjótasta tíð í morgun (3:43.01). Lin Zhang úr Kina var næstskjótastur við tíðini 3:43.58. Hereftir komu Oussama Mellouli og Mads Glæsner við ávikavist 3:43.78 og 3:44.59. Amerikanarin Peter Vanderkaay svam 3:45.40 og er eisini við í finaluni.

  3. Týski Paul Biedermann setti nýtt heimsmet í 400 frí. Gamla metið frá 2002 átti Ian Thorpe. Mellouli bleiv nr 2 í finaluni meðan Glæsner bleiv nr 5.

    1. Paul Biedermann 3:40.07 Heimsmet
    2. Oussama Mellouli 3:41.11
    3. Zhang Lin 3:41.35
    4. Peter Vanderkaay 3:43.20
    5. Mads Glæsner 3:44.40
    6. Georgo Kis 3:46.30
    7. Ryan Cochrane 3:46.60
    8. David Davies 3:47.02

Ger viðmerking