Kári føroyskt met í 50 firvald

Kári J. á Høvdanum svam 26.03 í 50 firvald, og tók harvið føroyska metið frá havnarmanninum Petur McIntosh, sum á Reykjavíkar International fyri nøkrum árum síðani svam 27.30.

2 thoughts on “Kári føroyskt met í 50 firvald”

  1. Rafael Munoz Perez og Roland Schoeman fingu báðir tíðina 22.90 í morgun. Milorad Cavic úr Serbia var bara 3/100 sek spakuligari, meðan danin Jakob Schiott Andkjær var 4 skjótasti á teininum við tíðini 23.04. Heimsmetið hjá Munoz er 22.43.

  2. Einki nýtt heimsmet bleiv sett í semifinalunum í 50 frí hjá monnum. Stórsta sjokkið her er nokk tað, at suðurafrikanarin Roland Schoeman bleiv bara nr 9, og kom tí ikki víðari til finalurnar. Danin Jakob Andkjær tók tað síðsta plássi til finaluna.

    1. Rafael Munoz 22.68
    2. Milorad Cavic 22.75
    3. Nicholas Santos 23.00
    4. Duje Draganja 23.03
    5. Matthew Targett 23.04
    6. Albert Subirats 23.05
    7. Jason Dunford 23.10
    8. Jakob Schiott Andkjær 23.14
    9. Roland Schoeman 23.18

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.