5 heimsmet, fyrsta dag á HM í Rom

Sarah Sjöström byrjaði við at seta heimsmet í hálvfinaluni í 100 firvald við tíðini 56.44, har heimsmetið hjá Inge de Bruijn var 56.61. Síðani svam týski Paul Biedermann 3:40.07 í 400 frí, og tók harvið heimsmetið frá Ian Thorpe við éinum hundraparti. So tók Ariana Kurors úr USA heimsmetið frá Stephanie Rice í hálvfinaluni í 200 blandað, við at svimja 2:07.03 har heimsmetið hjá Rice var 2:08.45. Og so betraðu hálendsku kvinnurnar um sítt heimsmet í 4×100 frí frá 3:33.62 til 3:31.72, í kapping har týska Britta Steffen eisini betraði um sítt heimsmet í 100 frí, frá 52.56 til 52.22, sum fyrsta kvinna í teirra stafett.

One thought on “5 heimsmet, fyrsta dag á HM í Rom”

  1. Eg gloymdi Pellegrini… hóast fyrsta kvinna undir 4 minuttir, og dundurbrøl frá øllum tifosi’um her :-S

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.