Amerikanskir svimjarar á Twitter

Locthe og HehnFleiri av HM luttakarunum úr USA skriva á Twitter. Millum annað Ryan Locthe, Keri Hehn, Cullen Jones, Dara Torres, Garrett Weber-Gale og Eric Shanteau. Her skriva millum annað Garrett Weber-Gale og Cullen Jones at teir flugu við privat flogfari úr Los Angeles til Italia. Dara Torres skrivar um at fáa cortison sprøjtu og dren úr knænum (?), og at tey á US-liðnum hava undirskrivað eina váttan um at vera hampulig og at tey ikki sleppa at síggja familiuna á hotelinum. Haraftrat sova mennirnir og kvinnurnar ikki í sama hotellið. Keri Hehn fortelur, at hon hevur slitið hol á Arena draktini og tí allarhelst noyðist at brúka eina Jaked, hóast hon svam super-skjótt í holutta drakt.

Annars skriva tey mest um, hvussu rotið tað er at ferðast, um mat (góðan og ringan) og at HM hylurin er fantastiskur, men eisini proppaður við svimjarum. Myndin er av Lochte og Hehn.

One thought on “Amerikanskir svimjarar á Twitter”

  1. Garrett Weber-Gale hevur lagt myndir frá túrinum við privatflogfarinum á blogginum hjá sær. Her kann man m.a. lesa, hvussu teir á túrinum slappaðu av (Phelps spældi internet poker), dagin eftir at teir (Garrett, Phelps og Cullen Jones) høvdu verið til ESPYS hátíðarhaldið, har teir vunnuð “Best Moment” fyri 4×100 frí í Beijing.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.