“Superfish” er í hylinum

Hetta fortaldi Bjarnason mær, nú hann kom her inn í “Foro Italico”, at brúka netið. Har hevði akkurát verið ruðuleiki á kantinum, av tí at sjálvur Michael Phelps ætlaði sær útí. Men stakkalin fekk illa nokk flutt seg, vegna mannamúgvurnar runt um hann. Og tað tápuligasta av tí heila var, at tað vóru hesir italsku hjálpararnir/vaktarnir, sum vóru ringastir at fjeppast.

5 thoughts on ““Superfish” er í hylinum”

  1. Eurosport skrivar, at Phelps var ikki at finna í ferðaliðnum hjá USA, tá tey komu til Rom úr Riccione. Tað sigst, at hann var við í flogfarinum, men at tey hava onkursvegna smuglað hann inn í býin uttan um kamerafólk og journalistar.

  2. Eurosport hevur tikið nakrar myndir av Phelps, tá hann slapp í hylin í Rom at venja.

    Phelps rættar uppá brillurnar, svimur nakrar longdir, tosar við Stephanie Rice úr Avstralia, fær eitt klemm frá henni og hyggur at áskoðarum (ella paparazzi ella hvat veit eg).

Ger viðmerking