‘Live’ úr HM hylinum í Rom

So hava okkara 4 svimjarar verið í kappingarhylinum í Rom, og hann er vist nokk fantastiskur. Spennandi at svimja við persónum sum Oleg Lisogor undir liðini, sum hevur vunnið EM gull einar 19 ferðir, HM gull einar 7 ferðir, og OL gull 6 ferðir.



Her eru nakrar myndir frá svimjingini í morgun:

Pál fær instruksir frá Bjarnasyni …

DSC_0225

Birita roynir at finna pláss í hylinum …

DSC_0213

Shaila trenar start …

DSC_0231

One thought on “‘Live’ úr HM hylinum í Rom”

  1. Á myndini við Biritu sær man ein svimjari úr Hvítarusslandi (tættast við Biritu) og tvær frá Zimbabwe. Tann, sum vendir vangan til kameraði kundi verið Kirsty Coventry, ið eigur tvær gull í 200 rygg frá OL í Athen og Beijing. Eitt blindt skot uppá hvør handan úr Hvítarusslandi er kundi verið Alena Popchanka… nei bíða nú, hon svimur vist nokk fyri Frakland nú.

    Zimbabwe:

    Hvítarussland:

Ger viðmerking