FINA og framleiðararnir vilja nú veruliga av við superdraktirnar

Eftir øllum at døma hava 103 svimjitjóðir á aðalfundinum hjá teknisku nevnd hjá FINA í dag einmælt samtykt at skoyta uppí svimjireglu 10.7, at heldur eingin svimjidrakt má hjálpa upp á ferð, flótievni ella úthaldni hjá svimjaranum, umframt at tað skal verða fullkomiliga bannað at brúka tape. Sí SwimNews.com:

Rule SW10.7 now reads:

No swimmer shall be permitted to use or wear any device or swimsuit that may aid his/her speed, buoyancy or endurance during a competition (such as webbed gloves, flippers, fins, etc.). Goggles may be worn. Any kind of tape on the body is not permitted.


Eg havi ikki kunnað fylgt so væl við í seinastuni, vegna væntandi internet. Men eftir øllum at døma vil komandi FINA forsetin eisini sleppa av við draktirnar. Og á SwimNews.dk og USA Today stendur at eisini framleiðarar sum TYR nú ynskja at sleppa aftur til stuttibuksur, vegna støðuna sum hon er beint nú… og tað enntá hóast at Arena eigur aðra av teimum báðu veruliga kappingarføru ‘superdraktunum’.

4 thoughts on “FINA og framleiðararnir vilja nú veruliga av við superdraktirnar”

  1. Avstralski høvuðsvenjarin Alan Thompson heldur at tað væl kann enda við at øll heimsmet (!) rúka her í Rom, men at tað heila verður dálkað av at tað vóru draktirnar sum gjørdu munin: Hann fer so langt sum at samanbera draktirnar við doping: “Every record is tainted by artificial assistance just as the 1994 world titles in Rome were plagued by performances-enhancing drugs speculation.
    http://www.swimnews.com/news/view/7064

    Amerikanski høvuðsvenjarin Mark Schubert er eisini so mikið ónøgdur, at hann nú ynskir eina frámerking av øllum teimum heimsmetum sum eru sett síðani Speedo LZR kom í februar 2008, so at vit meira ella minni kunnu byrja av nýggjum, tá ið farið verður aftur til ‘gamaldags’ draktir.
    http://www.swimnews.com/news/view/7063

  2. Rókur skrivar í sms:

    Kl 13.56: “Hestoy fortelur at tey hava avgjørt at venda aftur til tekstil, og mannfólk bara í buksum til knæ. Skeringspunktið verður allarhelst 1. januar 2009”

  3. Rókur fortelur frá hvat Hestoy hoyrdi á fundinum:

    Kl 14.33: “Eisini kunngjørdi hann, at Rom verður síðsta uttandura HM. Til frama fyri ítrottarfólk, hjálparfólk, áskoðarar og media”

  4. SMS úr Rom:

    Kl. 14.39: “Nú hevur Marculescu váttað at draktir verða bara knælangar hjá bæði kvinnum og monnum, og úr tekstili, her á tekniska fundinum.”

Ger viðmerking