Easy Comes, Easy Goes

Fór framvið einum risastórum íra, á veg út í hylin nú í áðni. Hann var akkurát í ferð við at skula lata seg í sína flunkrandi nýggju Jaked drakt, sum hann sikkurt hevur fingið fyri einki her niðri undir. Ein spøjs affæra, sum millum annað krevur at tú fert í plastikkposar um føturnar, og eingangshandskar um hendurnar.

Anyways, á veg inn aftur, einar 10-20 minuttir seinni, hevði hann fingið hana upp um mjadnarnar. Eg stúrsaði við, yvirfyri Shailu og Thurid, sum høvdu sitið og teldast beint harvið, at hatta gekk óluksáliga seint. Men tær hildu at tað gekk alt ov skjótt… og rætt høvdu tær, tí har vóru 3 hol í henni, upp eftir beininum, á stødd við eini mandarin.

So hatta vóru 2600 krónur upp á 10-20 minuttir. Gott nokk fyri einki, men allíkavæl.

Eg tordi ikki at taka mynd av honum.

3 thoughts on “Easy Comes, Easy Goes”

  1. Matt Grevers stríddi seg á mál við hol á draktini í 100 rygg innleiðandi. Ricky Berens hevði nógv størri hol á draktini (mynd) tá hann leyp í hylin í innleiðandi 4×100 frí í gjár.

  2. Ein journalistur í EB.dk leggur eftir einum írskum svimjara, tí írin svam í ljósareyðari drakt. Kann tað vera tann óhepni írin, sum mátti noyðast við ljósareytt? 🙂

    “Hvad sker der for dig, Barry?

    Irlands Barry Murphy viste alle, at han ikke lider af homofobi, da han stillede op til VM i en lyserød svømmedragt…

    Les meira á eb.dk.

Ger viðmerking