Phelps fær frið í Riccioni

Tað amerikanska liðið venur í býnum Riccioni stutt undan HM. Riccioni liggur á eysturstrondini væl norðanfyri Rom. Hetta er kanska orsøkin til, at Michael Phelps fær frið frá fjepparum og journalistum. Fyribils hava bara nøkur fá spurt hann um autograf o.t. Venjarin Mark Schubert sigur, at tey hava roynt at akklimatisera seg tær seinastu fýra dagarnar. Phelps venur sum hann plagar. Tey hava etið góðar pitsur í Riccioni, men Phelps etur í løtuni ikki 10.000 kaloriur, sum hann gjørdi undan OL í 2008. (Kelda: Associated Press/Google).

One thought on “Phelps fær frið í Riccioni”

  1. Nakrir av US-svimjarunum (David Walters, Davis Tarwater, Eric Shanteau, Garrett Weber-Gale, Peter Vanderkaay, Ricky Berens, og Aaron Peirsol) eru farnir ein gongutúr oman á strondini í Riccioni.

Ger viðmerking