Endiliga internet

So eri eg endiliga á netinum aftur, eftir longstu pausu í nøkur ár. Teldan tonsar myndir og eina video upp, hendan tíman sum eg havi keypt mær, áðrenn vit skulu til songar. Tíðliga í song í kvøld, so at vit kunnu standa klár við kantin í Foro Italico kl 08:00 í morgin, at royna HM hylin fyri fyrstu ferð.

DSC_0119

DSC_0147Tíðin er til nú mest gingin við at finna okkum til rættis, her á hotellinum og í sambandi við venjing. Vóru í Monterotondo í gjár og royndu ein lekran innandura hyl, og hava so í dag fyrst og fremst arbeitt við at fáa fatur á hesum Jaked superdraktunum sum øll tosa um, inni á HM økinum við Foro Italia.

Skipanin er tann, at hvør svimjari kann velja sær éina superdrakt fyri einki, frá einum av teimum mongu framleiðarum sum eru á staðnum. Trupulleikin er bara, at flestu framleiðarar ikki eru her enn, og at eingin ordiliga veit hvørjar upplatingartíðirnar eru. Vit brúktu tí nokk so langa tíð til at royna at fáa fatur á upplýsing um upplatingartíðirnar hjá Jaked, inntil maðurin knappliga var har, og vit tá kundu fáa tær frá teimum. Og so heim eftir svimjarunum, og yvir aftur í Foro Italia. Anyway, tað eydnaðist at fáa fatur á draktum til Pál, Kára og Shailu, meðan Birita má bíða eftir sínari stødd til sunnudagin.

DSC_0154

DSC_0135Her er eitt sindur kaotiskt, við eini rúgvu av fólkum sum ikki duga enskt, og onnur sum duga illa. Á HM økinum er éin infodiskur sum upplýsir fyri FINA, ein annar sum upplýsir fyri fyrireikararnar, og ein triði sum upplýsir fyri økið, og tey hava alvorligt til lyndi til at vísa til hvønn annan, inntil tað vísir seg at eingin veit nakað.

Internet er ein trupulleiki, her á hotellinum, við tað at tað kostar nokk so nógvar pengar, og er av hesum tíðaravmarkaðum slagi. Men á HM økinum er tráðleyst net, sum vit nú hava fingið ókeypis atgongd til, og tað kann tí væl hugsast at okkurt ‘live stream’ og líknandi kemur í morgin.

Ná, songartíð. Tíðliga upp og út í kolandi hitan aftur.

DSC_0152

3 thoughts on “Endiliga internet”

  1. Jaked og Arena hava (kanska) trupult við at fáa gjørt nóg nógvar draktir til HM.

    “Don’t expect to find a Jaked J01 or an Arena X-Glide at your local store (an online search found one J01 on eBay). The manufacturers have had time only to produce enough multi-use suits, which cost from $250 to more than $500, for the world’s elite”. (Kelda: usatoday.com)

    1. Jaked maðurin segði at tað ikki var vist har vóru nóg nógvar draktir til øll, um tey altso skulu hava røttu stødd. Sjálvsagt torført hjá teimum at spáa um fordeilingina av støddum.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.