Tvey SMS boð úr Rom

Rókur hevur sent mær tvey sms-boð úr Rom í dag.

Kl 11.25: “So eru Hestoy og eg í Rom. 30 gradir og vaksandi uttanfyri. Hini koma beinleiðis úr Tallin um 40 minuttir”

Kl 12.24: “So eru hini lend. Tey koma umvegis Riga, úr Tallinn. Her eru fólk ímóti okkum sum finna okkum á listum og alt, so alt virkar rættiliga skipað”.

3 thoughts on “Tvey SMS boð úr Rom”

  1. Enn eitt sms-boð.

    Kl. 14.27: “Jubi, vit búgva saman við Tunesia (Mellouli), Suðurkorea (Park) og Ísrael (security/bumbu vandi)”

  2. Her eru nøkur sms boð aftrat frá í gjár:

    Kl. 17.10: “Eru til venjing onkunstaðni uttanfyri Rom (Monterotondo). Her er kolandi heitt, men hylurin er lukkutíð innandura.”

    Kl. 18.07: “Liðug at venja. Øll eru væl fyri og lagið er gott. Havi drukkið 1,5 litur av vatni, bara meðan svimjararnir sumu.”

  3. Rókur skrivar í morgun:

    Kl. 10.10: “Vit stríðast við at fáa internet og draktir. Tað verður nokk til at vit mugu gjalda hotell-prís fyri internet.”

    Kl. 10.14: “Hestoy, Jón og eg eru í HM býnum nú. Speedo hevur opið, men hevur einki at gera. Jaked og Arena eru “it”, men har er stongt.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.