Sviar og danir nøgdir við sekundær pláss á EJM

Sviar draga her saman um sína luttøku á evropeisku juniormeistarastevnuni í Prag í ár, at tey eru hampuliga nøgd við at vinna silvurheiðursmerki í einstaklingakappingar, og tvey bronsu í liðsvimjing. Danir eru somuleiðis nøgdir við at hava vunnið eitt fjórðapláss, og at hava sett nógv persónlig met og juniormet.

Vit í Føroyum eru eisini nøgd við at Pauli Ø. Mohr betrar seg í báðum teimum greinum sum hann luttekur í, og setur føroyskt juniormet í báðum. Men hetta sigur kanska eitt sindur um, hvussu ófatiliga gott úrslitið hjá Páli Joensen var í fjør; at vinna 3 gullheiðursmerki, og seta evropeisk juniormet í 800 frí, við eini tíð sum ikki varð betrað um í ár.

Pál vann í fjør 400 frí við tíðini 3:51.44, 1500 frí við tíðini 15:18.37, og 800 frí við tíðini 7:56.90. Til samanberingar vann franski Yannick Agnel 400 frí við tíðini 3:48.17 í ár, ungarski Gergely Gyurta 1500 frí við tíðini 15:14.39, og italski Alessandro Cuochi 800 frí við tíðini 8:01.87. Pál setti evropeiskt juniormet í 800 frí, sum altso ikki varð tikið í ár, líka mikið hvussu nógv superdraktirnar hjálpa nú.

Snøgt sagt stadigvekk flott og fantastiskt, tað sum Pál gjørdi í fjør.

Ger viðmerking