Síðsti dagur hjá svimjingini

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í dag hava vit útlit til í øllum førum eitt garanterað gullheiðursmerki, umframt eini trý onnur rímiliga trygg. Pál Joensen skal svimja 400 frí, har hann til nú hevur vunnið 100, 200 og 1500. Shaila liggur til gull í 100 frí, og ungu genturnar Birita Debes og Poula til ávikavist gull og silvur í 50 frí. Og Pál og Pauli svimja 50 frí, har tað er spurningurin um Pauli skal vinna sítt fyrsta gullmerki sum einstaklingur, ella Pál skal klára fulla rekkju í frígreinunum, ella tað skal verða hasin Adam Jakobsson av Gotlandi, sum hevur bestu tilmeldingartíð.

Luttøkan hjá føroyingum í dag:

  • 100 blandað kvinnur: Poula Ø. Mohr (5)
  • 400 frí menn: Pál Joensen (1) og Andrass Thomsen (3)
  • 200 firvald kvinnur: Eingin føroysk luttøka
  • 100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum (2)
  • 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar (1) og Guðrun H. Jacobsen (11)
  • 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr (2) og Pál Joensen (3)
  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes (1) og Poula Ø. Mohr (2)
  • 200 bringa menn: Pál Joensen (2)
  • 4×100 blandað kvinnur: SSF (eingin tilmeldingartíð)
  • 4×100 frí menn: SSF (eingin tilmeldingartíð)
  • 8×50 frí mix: SSF (eingin tilmeldingartíð)


Um vit taka luttøkuna frá fyrstu til síðstu, so er luttøkan hjá Poulu eitt eykaval, har hon ikki hevði klárað kravtíðina, men slapp at luttaka, nú hon allíkavæl var við á Oyggjaleikum. Síðani úttøkustevnuna hevur hon tó á Føroyameistarastevnuni sett juniormet við 1:08.32, sum um samanborið við startlistan til Oyggjaleikir er nokk til eitt silvurheiðursmerki.

Í 400 frí er Pál Joensen at kalla garanteraður vinnari, við tað at hann hevur vunnið alt annað frá 200 til 1500, og hevur hetta sum sergrein. Og Andrass ætlar óivað eisini at vísa sínar dygdir, nú hetta var greinin sum kvalifiseraði hann til Oyggjaleikir.

Í 100 rygg fer gullið næstan líka garanterað til unga Grant Halsall av Isle of Man, sum í stórum stíli vann 50 og 200 rygg. Men Kàri skal nokk gera tað hann kann, til at koma so langt upp á heiðursmerkjaskammilin sum gjørligt. Kári vann sum kunnugt silvur í 50 rygg, og varð nr 4 í 200.

Shaila er rættiliga greiður favorittur til at vinna 100 frí, við bestu tilmeldingartíð 58.21 og eftir at hava vunnið 50 frí. Men kappingin er tó so mikið hørð, at Guðrun við tilmeldingartíðini 1:00.63 fer heilt aftur á 11. pláss, aftanfyri 3 gentur undir 59 sekund, og 8 gentur undir minuttin.

Í 50 frí eru tað so teir báðir Pauli og Pál, ið fara at endurtaka sína holmgongu frá Føroyameistarastevnuna í vár, men nú við luttøku eisini frá øðrum kvalifiseraðum gullkandidatum. Og í 50 rygg eru tað so tær báðar blaðungu Birita og Poula, sum eftir tilmeldingatíðunum burdu kunnað vunnið rættiliga lættliga gull og silvur, men har alt kann avgerast av hvussu stressaðar tær eru.

Og so er 200 bringa, har Pàl um ikki annað kann troysta seg við, at hetta er síðsta einstaklingakapping í eini nærum óendaligari røð á hesum Oyggjaleikum. Hann liggur til eitt silvurheiðursmerkjapláss, og fer óivað í øllum førum at forsvara tað sum frægast.

Og so eru stafettirnar, har serliga liðsvimjingin hjá kvinnum hevur møguleika at vinna gullheiðursmerki, eftir at hava svomið klárt skjótari enn øll onnur í hinum stafettunum. Í 4×100 frí hava mennirnir møguleika at fáa uppreisn fyri mistakið í 4×50, um enn tað verður hart ímóti serliga monnunum av Guernsey. Vit burdu eisini verið klárir favorittar til at vunni 4×50 frí; men sum vit eftirhondini øll vita, so kunnu skiftini lættliga gerast rættiliga avgerandi.

Altso eini 4 rímiliga trygg gull her, og kanska upp í 6 ella 7, um alt veruliga klappar. 4×50 mix gevur ikki offisielt heiðursmerki, men bara eina eyka virðisløn, so tað telja vit ikki við her 🙂

fremst í bussi 4
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

Ger viðmerking