Allir svimjarar víðari aftur í dag

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú er bara ein partur eftir av átta, her á svimjistevnuni á Álandi, og okkara svimjarar eru enn avbera væl fyri. Tey luttóku tilsamans 14 ferðir í morgun, í 10 svimjigreinum, og komu tilsamans 14 ferðir víðari til finalu. Ongantíð við minni enn sættbestu tíð, og hvørja ferð uttan at verða veruliga pressað.

Úrslitini í morgun vóru hesi:

  • 100 blandað kvinnur: Poula Ø. Mohr 1:09.93 (2)
  • 400 frí menn: Pál Joensen 3.45.87 (1) – Oyggjaleikamet
  • 400 frí menn: Andrass Thomsen 4:07.15 (3)
  • 100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 59.59 (3)
  • 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 59.93 (3)
  • 100 frí kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 1:01.29 (6)
  • 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr 24.03 (4)
  • 50 frí menn: Pál Joensen 24.05 (5)
  • 50 rygg kvinnur: Birita Debes 30.75 (1)
  • 50 rygg kvinnur: Poula Ø. Mohr 31.12 (2)
  • 200 bringa menn: Pál Joensen 2:29.33 (6)
  • 4×100 blandað kvinnur: SSF 4:38.53 (4)
  • 4×100 frí menn: SSF 3:45.93 (5)
  • 8×50 frí mix: SSF 3:36.72 (1)


Pál Joensen knústi oyggjaleikametið hjá sær sjálvum í 400 frí, við knapp fimtan sekundum, tá ið hann svam teinin við tíðina 3:45.87, har oyggjaleikametið hjá honum frá Rhodos var 4:00.23. Andrass kvalifiseraði seg eisini til finaluna í 400 frí, við triðbestu tíð.

Beint áðrenn hetta hevði Poula Ø. Mohr kvalifiserað seg við næstbestu tíð av øllum til finaluna í 100 blandað, hóast hon bara svam 1:09.93, har hennara juniormet frá Føroyameistarastevnuni í vár er 1:08.32.

Í 100 rygg svam Kári seg lættliga í finaluna, við triðbestu tíð av øllum, og líka lætt komu Shaila og Guðrun í finaluna í 100 frí, og Pauli og Pál í finaluna í 50 frí.

Í 50 rygg løgdu tær báðar Birita og Poula kanska í so nógv fyri til at koma í finaluna, nú tað vísti seg at tær svumu heili hálv og heil sekund skjótari enn nr 3. Men vit fáa at síggja; tær eru ungar, og onkuntíð er tað alt sum skal til, til at tapa eina finalu.

Síðstu kappingarnar vóru líka so kontrolleraðar sum tær undanfarnu, har Pál svam seg seigliga í finaluna í 200 bringu, og stafettirnar líka so róliga í til sínar finalur. Øll stóðu nakrar eyka tíggjundapartar á skamlinum, so tíðirnar skulu nokk verða í øllum førum tað betri í kvøld.

Av einhvørjari orsøk skuldi stafettin í 8×50 frí hjá monnum og kvinnum eisini svimja innleiðandi, vist nokk tí at tey ikki hava gávur til fleiri enn tey bestu átta. So okkara svimjarar svumu enn eina stafett avbera róligt, og fingu tó bestu tíð av øllum. Jón Bjarnason heldur at tey kunnu svimja eini 16 sekund skjótari í kvøld, so tað skal nokk røkka til okkurt, um bara skiftini eydnast.

Til stuttleikar kann líka peikast á, at Pál Joensen her í 400 frí svam skjótari enn teir 4 í 4×100 frí. Nú gav hann alt meðan teir svumu ‘sikkurt’; men tað sigur kanska eitt sindur allíkavæl 🙂

Finalurnar byrja kl 17:00 álendska tíð, sum er kl 15:00 í Føroyum. Til ber at fylgja við úrslitunum á www.svimjing.com, umframt at lurta beinleiðis á Rás2 og Kringvarp Føroya.

afturvið einum kaffimunni á Hotel Godby
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

One thought on “Allir svimjarar víðari aftur í dag”

  1. Orsaka, eg gjørdi mandsstafettina alt ov seina. Hitt hevði verið meira eg, Rúni, Palli og Jón Brian 🙂

Ger viðmerking