Heiðursmerkjametið frá Rhodos rokkið triðja dag á Álandi

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroysku svimjararnir vunnu á Oyggjaleikum á Rhodos í 2007 tilsamans 27 heiðursmerki, harav 15 vóru úr gulli, 6 úr silvuri og 6 úr bronsu. Men nú triði dagur av svimjistevnuni á Álandi er farin afturum, er úrtøkan longu 15 gull, 7 silvur og 10 bronsu, ella tilsamans 32 heiðursmerki, hóast ein dagur er eftir afturat.

CIMG0135

Føroyska luttøkan í finalum í dag:

  • 100 blandað menn: Pál Joensen 57.66 (2) – føroyskt met
  • 400 frí kvinnur: Mona Simonsen 4:19.54 (1) – føroyskt met og oyggjaleikamet
  • 200 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 2:08.08 (4)
  • 100 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen 1:13.13 (1) – føroyskt met
  • 100 bringa kvinnur: Katarina S. Lamhauge 1:15.23 (3)
  • 100 frí menn: Pál Joensen 50.04 (1) – føroyskt met og Oyggjaleikamet
  • 100 frí menn: Pauli Ø. Mohr 52.94 (6)
  • 50 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 26.63 (1) – Oyggjaleikamet
  • 50 frí kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 27.27 (4)
  • 50 firvald menn: Pál Joensen 25.62 (1) – føroyskt met
  • 50 firvald menn: Kári J. á Høvdanum 25.86 (3)
  • 200 rygg kvinnur: Bjørg Seloy 2:21.59 (3)
  • 200 rygg kvinnur: Birita Debes 2:26.27 (7)
  • 4×100 blandað menn: SSF (Kári, Pál, Andrass, Pauli) 3:49.68 (2) – landsliðsmet
  • 4×100 frí kvinnur: SSF (Poula, Guðrun, Mona, Shaila) – kolldømd vegna tjóvstart


Hartil setti Poula Ø. Mohr nýtt juniormet í 100 frí, tá ið hon sum fyrsti svimjari í 4×100 frí svam teinin uppá 59.38 sekund. Poula átti sjálv juniormetið á 1:00.15, og gjørdist harvið fyrsta føroyska juniorgenta undir minuttin á 100 metra teininum, hóast hon ikki hevur veruligan junioraldur fyrr enn í 2010.

Dagurin í dag var eitt sindur viðvendur, við tað at vit fingu ymiskt sum vit ikki væntaðu, afturfyri at missa annað sum vit hildu vera trygt. Mona Simonsen svam einastandi væl í 400 frí, so at hon vann og setti oyggjaleikamet og alt, eftir at hava verið tilmeldað við triðbestu tíð av øllum. Bjørg Seloy vann óvæntað bronsu i 200 rygg, og Kári J. á Høvdanum nærum líka so óvæntað bronsu í 50 firvald. Og hóast Malan var væntað at gera seg galdandi í 100 bringu, so var tíðin og føroyska metið 1:13.13 at rokna sum ein fantomtíð, tá ið hugsað verður um hennara ringu øksl.

CIMG9990

Men hinvegin so kiksaði tað akkurát hjá Kára og Guðruna av vinna heiðursmerki í ávíkavist 200 rygg og 50 firvald, hóast tey vóru styrkismett at verða rættiliga tryggir heiðursmerkjakandidatar. Katarina gleið kanska eitt sindur aftur í mun til tað sum vit nú væntaðu, eftir at tær báðar Malan og hon hava dominerað bringusvimjingina á hesum leikum. Pál var bara 12 hundraðpartar frá gullinum í 100 blandað, og 4×100 blandað liðsvimjingin hjá monnum var eisini bara 33 hundraðpartar frá gullinum har, eftir at hava svomið eini 5 sekund undir mettíðina frá Oyggjaleikum á Álandi, og eini 11 sekund undir landsliðsmetið.

Tað mest keðiliga var óivað, tá ið 4×100 frí liðsvimjingin hjá kvinnum varð kolldømd frá eini tíð sum var til gullheiðursmerki og greitt oyggjaleikamet og landsliðsmet, av tí at tveir svimjarar feilmettu hvønn annan, og tískil viðførdu tjóvstart í skiftinum sínamillum. Eitt mistak ið hevði sviðið ógvuliga meint, um ikki allir okkara svimjarar longu hava fingið bæði í posa og sekk, hvat heiðursmerkjum viðvíkur.

Í morgin er so síðsti dagur við svimjikapping á Oyggjaleikum á Álandi, og vit vænta okkum altso nøkur heiðursmerki afturat. Fylgið við á www.svimjing.com/live, umframt við at lurta á Rás2 og Kringvarp Føroya, og øðrum miðlum.

í einum grúðiliga heitum hotellkamari
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

One thought on “Heiðursmerkjametið frá Rhodos rokkið triðja dag á Álandi”

  1. Okur fara øll upp og niður her tá ið tað kemur til følilsir og humør. Genturnar vóru keddar av óhappinum í kvøld, men eitt er sikkurt, tær koma sterkt aftur í morgin. Okur sum venjarar mugu bara ásanna at okur hava ikki vant nokk av skiftum til liðsvimjingar, tí tað er fokus á sera umráðandi tekniskar detaljur sum hava kosta dýrt nú 2 ferðir.

    Nakað sum er áhugavert er, at vinnaratíðinar frá Rhodos í mongum førum ikki røkka til heiðursmerkir her, og føroysku genturnar nú sletta metini hjá eitt nú Elspu Mørkøre sum var til EM fyri Danmark í desembur. Og so hesar her føroysku árg’95 genturnar, tær eru ikki í ordan ;o)

    Næstu ferð eru kanska nakrar árg’97 gentur við, tí tað sá sera gott út til DÅM (syllminugentan hahaha intern joke)

    Góða nátt tykur.

Ger viðmerking