100% luttøka í finalum í dag

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í dag eru føroyingar við í øllum 10 finalum, við 100% kvalifikatión frá innleiðandi riðlunum. Útlitini eru sum heild góð, nú tey 4 ferðir vóru skjótast av øllum, 1 ferð næstskjótast og 5 ferðir trið, uttan at nakar veruliga noyddist at geva seg fult út. Shaila millum Garðarnar setti nýtt oyggjaleikamet í 50 frí við tíðini 26.69, har Natalie Bree av Jersey átti metið á 26.90 frá Oyggjaleikum á Isle of Man í 2001. Føroyska metið eigur hon sjálv, á 26.49 frá EM í Kroatia, við Guðruna í hølunum á 26.66.

Úrslitini í morgun vóru hesi:

  • 100 blandað menn: Pál Joensen 1:01.06 (1)
  • 400 frí kvinnur: Mona Simonsen 4:31.54 (3)
  • 200 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 2:08.80 (3)
  • 100 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen 1:17.06 (1)
  • 100 bringa kvinnur: Katarina S. Lamhauge 1:17.92 (4)
  • 100 frí menn: Pál Joensen 52.59 (3)
  • 100 frí menn: Pauli Ø. Mohr 53.04 (6)
  • 50 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 26.69 (1) – Oyggjaleikamet
  • 50 frí kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 27.50 (3)
  • 50 firvald menn: Pál Joensen 26.36 (1)
  • 50 firvald menn: Kári J. á Høvdanum 27.25 (6)
  • 200 rygg kvinnur: Birita Debes 2:27.60 (5)
  • 200 rygg kvinnur: Bjørg Seloy 2:28.33 (6)
  • 4×100 blandað menn: SSF 4:07.32 (3) – Kári, Pál, Andrass, Pauli
  • 4×100 frí kvinnur: SSF 4:07.36 (2) – Poula, Guðrun, Mona, Shaila


Finalurnar byrja kl 17:00 álendska tíð, sum er kl 15:00 í Føroyum. Til ber at fylgja við úrslitunum á www.svimjing.com, umframt at bæði Rás2 og Kringvarp Føroya senda beinleiðis útvarp frá finalunum.

á balkongini í Godby
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

Ger viðmerking