Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Eitt av succéskriteriunum hjá Svimjisambandinum til hesar Oyggjaleikir var at allir okkara svimjarar skuldu vinna okkurt heiðursmerki, um tað so var úr gulli, silvuri ella bronsu. Og nú svimjistevnan á Álandi er hálvrunnin, mugu vit siga at hetta er rokkið við lít, við tað at tey øll 12 hava vunnið gullheiðursmerki og sett føroyskt met, sum einstaklingur ella sum partur av eini liðsvimjing.
Føroyska luttøkan í finalum í dag:
Hartil setti Birita Debes nýtt juniormet í 50 rygg, tá ið hon sum fyrsti svimjari í 4x50 blandað svam teir 50 rygg uppá 30.30 sekund, har hennara juniomet frá oyggjaleikaúttøkustevnuni í vár var 30.41.
Altso fult hús í finalunum seinnapartin, har allir svimjarar vunnu heiðursmerki, í øllum teimum finalum sum vit luttóku í. Og nærlesir ein listan, so vísir seg at tey eisini øll vunnu gull í onkrari finalu í dag, sum komu so langt sum til finalurnar.
Tilsamans 6 gullheiðursmerki, 2 úr silvuri og 3 úr bronsu, afturat teimum 4 gullheiðursmerkjunum, 3 úr silvuri og 4 úr bronsu í gjár. Alt í alt 10 gull, 5 silvur og 7 bronsu, nú svimjistevnan er komin í helvt.
Meðan vit bíða eftir bussinum
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya
Viðmerkingar
Ikki oyggjaleikamet hjá Monu
Hon var nær við í 800 frí, men tað stendur tó enn á 8:58.16 (Kaitlyn Elphinstone, Cayman Islands (Guernsey 2003))