Misjøvn eydna í svimjingini í morgun

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Hóast tað gekk ikki heilt eftir vild í morgun, so megnaðu okkara svimjarar at kvalifisera seg til 11 finalupláss í kvøld, í 8 kappingum av 11 møguligum, umframt at seta tvey føroysk met.

CIMG9536

Úrslitini í morgun vóru hesi:

  • 800 frí kvinnur: Mona Simonsen 9:02.66 (1)
  • 400 blandað menn: Pál Joensen 4:40.43 (1)
  • 200 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge 2:45.69 (2) og Malan V. Bærendsen 2:47.09 (6)
  • 100 firvald menn: Pál Joensen 1:00.51 (9) og Kári J. á Høvdanum 1:01.06 (10)
  • 100 rygg kvinnur: Birita Debes 1:07.15 (3) og Bjørg Seloy 1:08.53 (4)
  • 50 bringa menn: Pál Joensen 30.61 (3)
  • 50 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar 29.29 (1) og Guðrun Holm Jacobsen 29:48 (3)
  • 200 frí menn: Pál Joensen 1:53.39 (2) og Andrass Thomsen 1:59.16 (9)
  • 200 blandað kvinnur: Eingin føroyskt luttøka
  • 4×50 frí menn: SSF kolldømdir vegna tjóvstart
  • 4×50 blandað kvinnur: SSF 2:05.62 (2)


Í 50 firvald megnaði fyrst Guðrun Holm Jacobsen at seta føroyskt met við tíðini 29.48 í triðseinasta riðli, har metið hjá Shailu millum Garðarnar frá FM 2009 var 29.55. Og síðani tók Shaila metið aftur til sín, við at svimja 29.29, og harvið kvalifisera seg við bestu tíð av øllum í finaluni í kvøld.

Mona og Pál svumu seg trygt í finalurnar í 800 frí og 400 blandað, og Katarina og Malan somuleiðis í 200 bringu, uttan at tað kravdi so øgiliga nógv av teimum.

Í 100 firvald hildu Pál og Kári seg vera tryggar við at svimja klárt bestu og næstbestu tíð í næstseinasta riðli. Men tað skuldi vísa seg at heilir seks svumu skjótari í síðsta riðli, og Pál og Kári vórðu tí skúgvaðir niður á 9. og 10. pláss, har bara 8 sleppa í finaluna. Snøgt sagt snýttir, av tí at tíðin sum teir svumu burdi verið nóg mikið, men vísti seg ikki at vera tað.

Í 100 rygg svumu Birita og Bjørg seg aftur trygt í finaluna í kvøld, og somuleiðis Pál í 50 bringu. Í 50 firvald hjá kvinnum gekk tað sum nevnt upp á stás, og í 200 frí kundi Pál so aftur bara hyggja at hvat ið hinir undanfarnu høvdu svomið, fyri síðani at leggja ferðina hareftir í síðsta riðli.

Andrass Thomsen var hinvegin meira óvísur í at sleppa í finalu, og mátti tí eisini arbeiða fyri sakina. Men hann varð ov stuttur við tveimum sekundum, og endaði tí á keðiliga níggjundaplássinum, ið bara førir til finalu um onkur annar hoppar frá.

Genturnar svumu seg lættliga til finalu í 4×50 blandað, við nýtslu av svimjarum sum verða skiftir út til finaluna í kvøld. Dreingirnir høvdu eisini líka lætt við at koma í finaluna, men her hendi so tað fatala mistakið, at fjórði svimjari tjóvstartaði, og teir fýra tí vórðu kolldømdir. Ein desideraður feilur, sum heilt víst kostaði okkum heiðursmerki, og sum heilt víst hevði verið nógv tyngri at borið, um ikki tað var fyri øll hini heiðursmerkini, og tað at tann ið kiksaði var sjálvur Pál Joensen.

Í so máta kann hetta éina heiðursmerkið sum vit missa her, vísa seg at vera ógvuliga sunt fyri komandi føroyskar liðsvimjingar, sum ein áminning til øll um, at sovorðið kemur fyri sjálvt hjá teimum bestu.

Finalurnar byrja kl 17:00 álendska tíð, sum er kl 15:00 í Føroyum. Til ber at fylgja við úrslitunum á www.svimjing.com/live, umframt at hoyra frásagnir ‘live’ á Rás2 og Kringvarp Føroya.

Á Hotel Godby
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

2 thoughts on “Misjøvn eydna í svimjingini í morgun”

  1. Eg stóð tilfeldigvís og tók myndir av skiftunum hjá teimum, til at eg kundi fáa eina perfekta “ein í luftini meðan hini kemur á mál”. Hon eydnaðist tíverri ikki nóg væl til at kunna enda á forsíðuni av bløðunum, men hendan omanfyri er altso av tá ið eg síggi Andrass koma á mál. Og hasin í luftini er Pál.

  2. Orsaka, her verður sovið alt ov lítið. Mona svam ikki 800 frí í morgun, við tað at hon er millum tær 8 skjótastu, og svimur beinleiðis finalu í kvøld.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.