Nú hava allir svimjararnir vunnið gull

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Eitt av succéskriteriunum hjá Svimjisambandinum til hesar Oyggjaleikir var at allir okkara svimjarar skuldu vinna okkurt heiðursmerki, um tað so var úr gulli, silvuri ella bronsu. Og nú svimjistevnan á Álandi er hálvrunnin, mugu vit siga at hetta er rokkið við lít, við tað at tey øll 12 hava vunnið gullheiðursmerki og sett føroyskt met, sum einstaklingur ella sum partur av eini liðsvimjing.

CIMG9663

Føroyska luttøkan í finalum í dag:

  • 800 frí kvinnur: Mona Simonsen 8:58.61, gull og føroyskt met
  • 400 blandað menn: Pál Joensen 4:23.19, silvur og føroyskt met
  • 200 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen 2:38.93, gull og føroyskt met
  • 200 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge 2:40.26, bronsa
  • 100 rygg kvinnur: Bjørg Seloy 1:04.97, gull
  • 100 rygg kvinnur: Birita Debes 1:05.34, bronsa og juniormet
  • 50 bringa menn: Pál Joensen 29.72, silvur og føroyskt met
  • 50 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar 29.11, gull og føroyskt met
  • 50 firvald kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 29.57, bronsa
  • 200 frí menn: Pál Joensen, gull og oyggjaleikamet
  • 4×50 blandað kvinnur: SSF 1:58.86, gull, landsliðsmet og oyggjaleikamet


Hartil setti Birita Debes nýtt juniormet í 50 rygg, tá ið hon sum fyrsti svimjari í 4×50 blandað svam teir 50 rygg uppá 30.30 sekund, har hennara juniomet frá oyggjaleikaúttøkustevnuni í vár var 30.41.

Altso fult hús í finalunum seinnapartin, har allir svimjarar vunnu heiðursmerki, í øllum teimum finalum sum vit luttóku í. Og nærlesir ein listan, so vísir seg at tey eisini øll vunnu gull í onkrari finalu í dag, sum komu so langt sum til finalurnar.

SANY0235

Tilsamans 6 gullheiðursmerki, 2 úr silvuri og 3 úr bronsu, afturat teimum 4 gullheiðursmerkjunum, 3 úr silvuri og 4 úr bronsu í gjár. Alt í alt 10 gull, 5 silvur og 7 bronsu, nú svimjistevnan er komin í helvt.

Meðan vit bíða eftir bussinum
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

One thought on “Nú hava allir svimjararnir vunnið gull”

  1. Hon var nær við í 800 frí, men tað stendur tó enn á 8:58.16 (Kaitlyn Elphinstone, Cayman Islands (Guernsey 2003))

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.