So byrjar svimjistevnan á Oyggjaleikum

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroysku svimjararnir skulu í dag luttaka í 12 kappingum, harav vit hava møguleika at vinna heiðursmerki í minst 10. Innleiðandi riðlarnir byrja við setan av svimjistevnuni kl 09:30 í morgun, og finalurnar eru so aftur kl 17:30 álendska tíð.

Kappingarnar eru (við styrkismeting av føroyingunum í mun til tilmeldingartíðirnar):

  • 1500 frí menn (Pál nr 1 – beinleiðis í finalu um kvøldið)
  • 400 frí kvinnur (eingin føroyingur)
  • 200 firvald (Pál nr 1)
  • 100 firvald (Shaila nr 3, Bjørg nr 7)
  • 100 bringa menn: (Pál nr 1)
  • 50 bringa kvinnur (Malan nr 3, Katarina nr 4)
  • 50 rygg menn (Kári nr 1)
  • 200 frí kvinnur (Mona nr 6)
  • 200 blandað menn (Pál nr 2)
  • 4×50 frí kvinnur (ongar tilmeldingartíðir)
  • 4×50 blandað menn (ongar tilmeldingartíðir)

Vit liggja sostatt til 4 gullheiðursmerki, 1 silvur og 3 bronsuheiðursmerki í finalunum seinnapartin, umframt at liðsvimjingarnar munnu fara at roynast væl eisini.

Tryggasta heiðursmerki má metast at vera Pál Joensen í 1500 frí, við tað at hansara tilmeldingartíð á 14:39.99 er meira enn 1½ minutt frammanfyri næstbestu tilmeldingartíð á 16:11.28. Liðsvimjingin hjá kvinnum burdu eisini klárað seg heilt væl, við tað at Shaila og Guðrun eru styrkismettar sum nr 1 og 2 í einstaklingakappingini í 50 frí, og liðið hjá okkum hartil eigur fleiri gentur sum kunnu svimja undir 28 sekund. Hjá monnunum er kjansurin eisini góður, við Kára í fyrstu ryggsvimjingini, og Pál og Andrass og Paula fordeilda soleiðis sum venjararnir nú einaferð finna best.

Størri kapping verður til dømis í 200 firvald, 50 bringu, 50 rygg og 200 blandað, har munurin er lítil á nr 1 og 2. Í 100 firvald er Shaila við tilmeldingartíðini 1:06.47 eitt petti aftanfyri nr 1 og 2 við 1:03.95 og 1:04.59, og í hinum kappingum eru føroyingarnir meira at meta sum outside’arar til heiðursmerki.

Feskar myndir verða tøkar um eina løtu… má fara á tekniskan fund nú !

Áland 29. juni kl 06:00 føroyska tíð
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.