Fyrsti partur liðugur: Vit rula!

Tað er øllum førum líka við, soleiðis sum føroyingarnir eru fyri, og soleiðis sum mótstøðan myndar seg. Tað er líka hasin Grant Halsall av Isle of Man, sum í morgun setti oyggjaleikamet í 50 rygg við tíðini 26.28, har Kári annars er favorittur við tilmeldingartíðini 26.11. Og kanska eisini Ian Black av Jersey, sum tók bestu tíð í bæði 100 bringu og 200 blandað, har Pál er styrkismettur ávíkavist sum nr 5 og nr 2. Men sum heild eru tíðirnar hjá okkara svimjarum lovandi, tá ið man hugsar um at teir í fleiri førum spardu seg. Og lagið er í øllum førum bara avbera gott.

2 thoughts on “Fyrsti partur liðugur: Vit rula!”

  1. Eg havi opinbart hugt galið á ljóstalvuni, tí Birita svam 27.95 í 4×50 frí, heldur enn 27.52. Harvið eigur Poula Ø. Mohr enn juniormetið á 27.62. Besta tíð hjá Biritu er 27.70.

  2. Please LiveTiming rigga seinnapartin, tí eg dugi opinbart ikki at lesa ljóstalvuna. Grant Halsall svam 26.28 í morgun, heldur enn 26.11 sum eg segði. Tað er enn oyggjaleikamet, við tað at tað gamla var 26.39, men 26.11 er altso tilmeldingartíðin og føroyska metið hjá Kára 🙂

Ger viðmerking