Føroysku svimjararnir gjørdu bart í dag

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Okkara svimjarar megnaðu í dag at vinna 4 gullheiðursmerki, 3 silvurheiðursmerki og 4 bronsuheiðursmerki, í teimum tíggju kappingargreinunum sum vit luttóku í, umframt at seta 3 oyggjaleikamet, 5 føroysk met og 2 landsliðsmet.

CIMG9098

Føroyska luttøkan í finalum í dag:

  • 1500 frí menn: Pál Joensen 15:44.68, gull og oyggjaleikamet
  • 400 frí kvinnur: Eingin føroysk luttøka
  • 200 firvald menn: Pál Joensen 2:05.81, bronsa og føroyskt met
  • 100 firvald kvinnur: Bjørg Seloy 1:04.88, silvur og føroyskt met
  • 100 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar 1:07.57, bronsa
  • 100 bringa menn: Pál Joensen 1:05.50, bronsa og føroyskt met
  • 50 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge 34.49, gull og føroyskt met
  • 50 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen 34.94, nr 4
  • 50 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 26.25, silvur
  • 200 frí kvinnur: Mona Simonsen 2:05.91, bronsa
  • 200 blandað menn: Pál Joensen 2:04.41, silvur og føroyskt met
  • 4×50 frí kvinnur: SSF 1:47.19, gull, landsliðsmet og oyggjaleikamet
  • 4×50 blandað menn: SSF 1:44.77, gull, landsliðsmet og oyggjaleikamet

Hartil setti 13 ára gamla Poula Ø. Mohr nýtt føroyskt junior met sum fyrsti svimjari í 4×50 frí, við at svimja teir 50 metrarnar uppá 27.27 sekund, har hennara met frá í vár var 27.62.

CIMG9068

Heiðursmerkjaúrtøkan er umleið sum mett frammanundan, tá ið vit hugdu at tilmeldingartíðunum, og tað eru tí rættiliga góðir dagar í væntu, nú í morgin til og við hósdag, um ikki okkurt heilt serligt hendir.

Finalurnar byrja hvønn dag kl 15:00 føroyska tíð, írestandi dagarnar, og verða væntandi útvarpaðar av bæði Kringvarpinum og Rás2.

Hotel Adlon, Mariehamn
Rókur í Jákupsstovu
vegna Svimjisamband Føroya

3 thoughts on “Føroysku svimjararnir gjørdu bart í dag”

  1. Tað var 400m BLANDAÐ hjá kvinnum, og ikki 400m frí har eingin føroysk kvinna var við.

    Í 400m frí hava okur Monu Simonsen við.

Ger viðmerking