Komin til Álands

Hetta gekk næstan ov lætt, at koma til Álands. Venjing í gjárkvøldið kl 18, síðani ein bita í svimjihøllini, og so vestur at sova. Upp kl alt ov tíðliga, og so beinleiðis til Álands. Vindurin var við okkum, og vit sloppu tí undan at skula millumlenda nakrastaðni. Sól í Vágum, sól á túrinum, og massar av sól tá ið vit komu her til Álands.

CIMG8798

Nú sita Petur Heðin og eg og bíða eftir hinum, í svimjihøllini í Godby. Øll siga at hann er skjótur, men vit mangla enn svimjarar til at kunna testa tað sjálvir. Her er gott tráðleyst net, so tit kunnu vænta tykkum leypandi tíðindi. Og hvør veit, kanska enntá live streaming, um ikki vit verða ov nógv á netinum í senn.

Hotellið hjá okkum er eitt gamalt umbygt sjúkrahús, og tey gera faktiskt lítið fyri at krógva tað. Onkur heilivágsframleiðslu-maskina stendur í reseptiónini, saman við einum rullistativi til avlamin. Har er eitt skelti á hurðini sum sigur at tey sjúku ikki mugu ikki fáa mjólkavørur, og sjúkrahússkeltið er ikki tikið niður enn. Kømrini eru so mikið smá, at tú akkurát kanst klára at detta á gólv, um tú skuldi dottið úr seingini.

CIMG8801

Tvs. ‘hotellið hjá teimum’, tí vit vóru eina song í undirskoti. Eg havi tí meldað meg frívilligan til at búgva saman á hotellinum inni í býnum, har flestu føroyingar búgva. Eisini til at vera nærri at pressusentrinum, so at lættari verður at senda stórar videofílur upp og líknandi. Og eisini til at umganga spøkilsini á Godby hotell 😉

Ná, nú koma svimjararnir spákandi. Kanska tit fáa eitt ‘live stream’ um eina løtu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.