So fara vit til Álands!

Føroyska oyggjaleikalandsliðið í svimjing møtist til venjing í Gundadali kl 18:00 í morgin, fyri síðani at fara vestur at gista, og so við Atlantic til Álands kl 05:30 leygarmorgunin. Eg eri sloppin við sum fjølmiðlamaður fyri Svimjisambandið, og vil tí sjálvsagt gera alt eg kann til at fáa tykkum myndir, tíðindi og video heim, at brúka á heimasíðum og líknandi. Onkur avtala er gjørd við útvarp, og tit onnur kunnu bara ringja ella sms’a til mín á 597559, um tað skuldi verið okkurt. Og so annars halda tykkum dagførd á www.svimjing.com/live, har eg leggi alt tað sum eg yvirhøvur kann fáa upp frá Álandi av.

One thought on “So fara vit til Álands!”

  1. Okur eru nu komin fram i øllum godum, bugva a Godby Hotel sum kanska minnir meira um Bates Motel hehe.
    Hetta skal Rókur sikkurt greida nærmari fra.
    Veðrið er heilt fantastiska gott, eg veit ikki hvussu heitt, men tætt við 30 er ikki eitt vanaligt skot.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.